Aðalfundurin 2024 verður á Hotel Føroyum leygardagin 9. mars 2024 kl. 14.00.
Dagsskrá
1. Val av fundarstjóra
2. Val av atkvøðuteljarum
3. Góðkenning av dagsskrá
4. Góðkenning av starvsskipan
5. Frágreiðing formansins
6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum áseting av limagjaldi
7. Innkomin uppskot
8. Val av tveimum grannskoðarum
9. Ymiskt
Fundurin byrjar kl 14.00 stundisliga. Heitt verður á limirnar at koma í góðari tíð til innskriving, sum byrjar kl 13.00.
Eftir aðalfundin áleið kl 18.30 verður døgurði við trimum rættum og víni ad libitum. Til ber eisini at sita longri og njóta samveruna við aðrar sjúkrarøktarfrøðingar. Vit skipa soleiðis fyri, at til ber at keypa sær okkurt leskiligt at drekka.
Tilmelding
Tilmelding er neyðug til aðalfundin og meldast skal til her á heimasíðuni í seinasta lagi mánadagin 4. mars 2024, kl 15.00.
Atgongumerkið til døgurðan verður útflýggjað við innskrivingina til aðalfundin.
Freistin at melda til aðalfundin 2024 er farin.