Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum leygardagin 18. mars 2017 kl. 14.00
Fundurin byrjar kl 14.00 stundisliga. Heitt verður á limirnar at koma í góðari tíð til innskriving, sum byrjar kl 13.00.
Dagsskrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Val av atkvøðuteljarum
3. Góðkenning av dagsskrá
4. Góðkenning av starvsskipan
5. Frágreiðing formansins
6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum áseting av limagjaldi
7. Innkomin uppskot
8. Val av tveimum grannskoðarum
9. Ymiskt
Eftir aðalfundin, áleið kl 18.30, verður døgurði við trimum rættum og víni ad libitum. Til ber eisini at sita longri og njóta samveruna við aðrar sjúkrarøktarfrøðingar. Vit skipa soleiðis fyri, at til ber at keypa sær okkurt leskiligt at drekka.
Tilmelding er neyðug til aðalfundin og meldast skal til á skrivstovu felagsins, tlf. 311309, ella við telduposti á info@sjukrarokt.fo í seinasta lagi týsdag 15. mars 2017, kl 13.00.
Boðast skal frá, um ein luttekur bæði til aðalfund og døgurða. Atgongumerkið til døgurðan verður útflýggjað við innskrivingina.
Gisting
Felagið hevur gjørt avtalu við Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn um serprís fyri kømur til aðalfundin. Á Hotel Føroyum ber til at bíleggja á tlf 317500 ella senda teldupost til hf@hotelforoyar.fo
Á Hotel Tórshavn ber til at bíleggja á tlf 350000 ella senda teldupost til ht@hoteltorshavn.fo Morgunmatur er íroknaður. Tá tit bíleggja kamar, skulu tit viðmerkja, at tit luttaka á aðalfundinum.