8. september eru júst 100 ár síðani, at 1.000 sjúkrarøktarfrøðingar úr norðurlondum hittust í Keypmannahavn og settu Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum, SSN, á stovn. Endamálið var at stríðast fyri betri útbúgving, arbeiðskorum og løn. Tveir av málsetningunum eru náddir, men enn er mismunur í lønarviðurskiftunum.
1.000 sjúkrarøktarfrøðingar lótu seg í 1920 í hatt og frakka og fóru til Keypmannahavnar við skipi og toki úr Norra, Svøríki, Finlandi og aðrastaðni í Danmark. Tær vóru kallaðar til “Fyrsta Norðurlendska Felagsfundin fyri Sjúkrarøktarfrøðingar” av Dansk Sygeplejeråd.
Nú 100 ár seinni er Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum, SSN, meginfelag fyri 340.000 sjúkrarøktarfrøðingar í seks norðurlondum.
Frá byrjan av hevur SSN stríðst fyri betri útbúgving, arbeiðskorum og løn til sjúkrarøktarfrøðingar. Trý ítøkilig krøv vórðu skrivað niður á stovnandi fundinum:
– 3 ára útbúgving sum minstakrav
– Styttri arbeiðsdag hjá sjúkrarøktarfrøðingum
– Betri og javnari lønarvøkstur og pensión til sjúkrarøktarfrøðingar.
100 ár við lønarmismuni
Eitt av krøvunum er enn ikki lokið eftir 100 ára stríði. Enn í 2020 fáa sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum lægri løn samanborið við aðrar fakbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd.
Grete Christensen er í 2020 forkvinna fyri SSN og Dansk Sygeplejeråd. Hon heldur, at norðurlendskir sjúkrarøktarfrøðingar í dag enn hava eina felags dagsskrá.
“Tað snýr seg um at fáa betri lønarviðurskifti. Tað snýr seg eisini um at varðveita og menna ta góðu klinisku útbúgvingina, og at stuðla leiðsluni og sjúkrarøktarfrøðiligari gransking – alt saman at stuðla undir betri heilsu.
Tolsemi er tíverri lyklaorðið, tá man arbeiðir fyri betri korum hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Í Norðanlondunum hava vit lagt okkum eftir at betra um útbúgving, viðurkenning og harvið hægri løn. Tí síggi eg onga aðra loysn enn, at norðurlendsku stjórnirnar seta pening av til sjúkrarøktarfrøðingar fyri at rætta skeivleikan,” sigur Grete Christensen.
100 ára minningarhaldið verður hátíðarhildið í øllum teimum seks norðurlendsku sjúkrarøktarfrøðingafeløgunum 8. september, millum annað við einum bóklingi, ið setur sjóneykuna á sjúkrarøktarfrøðingalív í Norðurlondum 2020.