Seinastu dagarnir hevur kjak verið um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar á føðideildini, sum nú verður skipað sum ein burðardeild og ein barsilsdeild. Tað eru helst fleiri, sum undrast á, at eitt slíkt kjak fer fram í almenna rúminum. Tað undrar eisini okkum. Spurningurin um, nær uppgávan hjá ljósmøðrum endar og sjúkrarøktarfrøðin byrjar, snýr seg um fakliga serfrøði, samskipan og greiðar mannagongdir. Tað snýr seg um leiðslu og fakligan serkunnleika. Tað snýr seg ikki um, at vísa nøkrum á dyr.
Tænastan til familjurnar, sum nýta burðardeildina og barsilsdeildina er óbroytt. Tað nýggja er, at leiðsluábyrgdin millum teir báðar fakbólkarnar, sum altíð hava havt hvør sín leiklut á deildini, nú er greiðari. Farið er frá eini toymisleiðslu til at hava tvey ymisk virkisøkir við hvør sínum leiðara. Einki forðar fyri, at ljósmøður koma at starvast á barsil framyvir, men leiðsluspurningurin er avgreiddur. Hetta er gjørt eftir eina langa tilgongd og avgerðin byggir á greið faklig tilmæli. Endamálið er, at hava greiðar mannagongdir og greitt ábyrgdarbýti millum tvey øki, ið krevja hvør sína serfrøði.
Vit meta tí, at tað er óheppið og óneyðugt at spurnartekin nú verður sett við tryggleika og fakliga dygd. Tað eru somu fakbólkar, sum halda fram, og við somu uppgávum. Men ábyrgdarbýtið verður greiðari og tað fegnast vit um.
Tað verður í framtíðini eins nógvur tørvur á samskipan og samstarvi sum tað er í dag. Tí er tað harmiligt, at kjakið er so harðligt og hartil alment. Tað er eftir okkara tykki óneyðugt og lítið gagnligt, og sjúkrarøktarfrøðingarnir hava tí higartil valt at halda fakliga kjakið innanveggja, sum vanligt er á flestu arbeiðsplássum.
Men tá spurnartekin verður sett við fakligu góðskuna, kenna vit okkum noydd at knýta nakrar viðmerkingar til nakrar av teimum útsagnum, sum hava verið frammi.
Ljósmøðurnar vísa á teirra servitan. Tað eigur ikki at vera neyðugt, tí tað er tað sjálvandi ongin, sum setir spurnartekin við. Líka so eyðsæð er tað, at sjúkrarøktarfrøði er egið fak við egnari serfrøði, sum hevur avgerandi týdning fyri at veita bestu og tryggastu sjúkrarøktina, tá tørvur er á hesum.
Tað er ongin orsøk at seta fakligheitina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og ljósmøðrunum upp ímóti hvørjum øðrum. Báðir fakbólkar hava hvør sína spíðskompetansu, sum er avgerandi fyri at geva bestu røktina. Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti er við til at tryggja, at besti fakligi førleikin hjá báðum fakbólkum verður gagnnýttur á besta hátt.
Tað er ein sjálvfylgja, at burðardeildin verður leidd og mannað av ljósmøðrum.
Tilgongdin til familjuna er at hon er frísk – tað er ikki ein sjúka at føða – men tá sjúka og aðrar komplikatiónir taka seg upp, er støðan ein onnur. Tá er umráðandi, at sjúkrarøktarfrøðingar við servitan innan økið taka hond um móðir og barn. Á barsilsdeildini eru fleiri sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving. Nógvar hava royndir frá barsilsdeildum í okkara grannalondum, og fleiri hava drúgvar royndir eftir at hava starvast á økinum í nógv ár. Alt við tí endamáli at veita nýggju familjuni røkt og umsorgan, ið er á sama støði sum í okkara grannalondum.
Økið krevur servitan, sum tað ofta tekur nógv ár at byggja upp, og eins og við øðrum fakøkjum á sjúkrahúsinum, er stórur eftirspurningur eftir fólki við servitan, og lætt er at fáa starv í okkara grannalondum. Ein serlig avbjóðing hjá okkum er, at tað ofta eru fá fólk við neyðugu servitanina, og tí er so mikið meira umráðandi at kunna seta og varðveita starvsfólk við rætta førleika og neyðugum royndum. Hesi fólkini hava vit í dag. Her kann vísast á okkara sjúkrarøktarfrøðingar við servitan innan neonatalogi (serfrøði um ov tíðliga fødd børn og sjúk pinkubørn) og altjóða góðkenning sum ráðgevi innan bróstageving. Økir, sum hava stóran týdning fyri heilsu og trivnað hjá móður og barni. Henda avbjóðing við tørvi á fólki við servitan ger tað alneyðugt at samstarv og vitanardeiling virkar væl, og at trivnaðurin er góður. Tí er tað er so sera óheppið, at júst ynski um eitt greitt ábyrgdarbýti er gjørt til eitt stríðsmál. Serliga óheppið er tað, at stríðið ber brá av persónsálopum. Vit hava ilt við at skilja, at tað skal vera neyðugt.
Áðrenn bygnaðarbroytingina vóru tað nærum altíð sjúkrarøktarfrøðingar, sum passaðu mammu og barn á barsil. Ein ljósmóður var á barsil og varð ofta tikin frá í sambandi við føðing og ymiskar aðrar uppgávur á deildini. Talan er tí ikki um nakra stóra broyting innihaldsliga.
Tær sum liggja longst á barsil, eru tær sum hava trupuleikar á ymiskan hátt, og ofta eisini tær sum hava føtt sítt fyrsta barn. Tær frísku og tær, sum hava átt áður, hava sum oftast stutta innleggjan. Tað sum hevur stórst tyngd á Barsilsdeildini er sostatt kompliserað barsilsrøkt, herundir trupuleikar við infektión o.a. og hetta er ein spíðskompetansa hjá sjúkrafrøktarfrøðingum. Tað hevur stórsta týdning, at skjótt verður sett inn, tá alt ikki gongur eftir ætlan.
Viðvíkjandi neonatologi, so hava allar tær, sum passa hesi børn, servitan og serútbúgving innan øki. Tað er ein fyrimunur, at hesi starvast á Barsilsdeildini, tí tað er neyðugt at koma skjótt til hjálpar tá eitt barn er ávirkað eftir føðing. Er talan um óvæntaða støðu, er umráðandi at neonatalsjúkrarøktarfrøðingur er til staðar at arbeiða uppá barnið, meðan barnalæknin verður kallaður – hvør minuttur telur. Her er ein ítøkilig mannagongd, sum skal fylgjast.
Eitt annað atlit er, at ov tíðiliga fødd børn og sjúk pinkubørn eru sera sárbar, serliga fyri infektiónum, og hesi kunnu tí ikki vera saman við størri sjúkum børnum á eini barnadeild, tí stórur vandi er fyri ymiskari smittu, sum pinkubarnið ikki megnar. Tí hevur fakkunnleikin ikki mett, at tað góð loysn fyri hesi børn at vera á barnadeildini, sum ljósmøðurnar annars sipa til.
Tað eru nógv pinkubørn, sum hava tørv á viðgerð og røkt á hvørjum ári. Hagtølini vísa, at tey seinastu árini hava vit havt í miðal 125 neonatalbørn innløgd árliga. Innleggingartíðin er sum oftast long.
Tilgongdin hjá sjúkrarøktarfrøðini á barsilsdeildini er grundað á eina familjusentreraða umsorgan. Henda serstaka tilgongdin merkir, at familjan uttan mun til heilsustøðu o.a. fáa eina heilsufremjandi og fyribyrgjandi heildarrøkt, har dentur millum annað verður lagdur á barnsins trivnað og heilsu, eins og heilsuna hjá mammuni. Her kemur fakliga breiddin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum til sín rætt til frama fyri familjuna.
Tað er okkara ynski, at tey ivamál og avbjóðingar, sum altíð vilja stinga seg upp, tá tvey serøki skulu virka í tøttum samstarvi, kunnu haldast á einum fakligum og sakligum støði. Bygnarðarbroytingin er ætlað at gera ábyrgdarbýtið greiðari og samstarvið betri. Tað taka vit til okkum og vóna at ljósmøðurnar gera tað sama.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Vegna sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barsilsdeildini A2
…