Vit í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum eru so ógvuliga takksamar fyri, at stuttsøgukappingin fekk so góða undirtøku og at so góð úrslit spurdust burturúr.
Sum sjúkrarøktarfrøðingar eru vit vanar at skriva, ikki minst í samband við dokumentatión. Tað eru nokk fleiri við okkum, sum tó uppliva, at dokumentatiónin skal verða so stutt og ofta verður so sundurbýtt, at rúm ikki er fyri narrativinum; tí livaða lívinum og upplivingunum hjá sjúklinginum. Søgurnar hjá teimum, sum vit varða av, seta búgv í okkum, men sleppa sjáldan út í ljósið. Viðhvørt gloymir man, hvør søga hoyrir til hvønn persón, men man minnist løturnar: Kenslurnar, tankarnir og ávirkanina, sum hesar løtur høvdu og kanska framvegis hava á ein. Allar hesar søgurnar, sum ávirka tann vit eru, bæði sum privatpersónar og sum yrkislærd. Tað er jú altíð ein persónur í leiklutinum sum yrkislærdur sjúkrarøktarfrøðingur, og hesar báðar síðurnar av lívið okkara, mynda tann heila persónin, sum vit eru og áhaldandi verða til.
“Når man fortæller, sætter man ting sammen, som er gået i stykker“ verður danski rithøvundurin Karen Blixen endurgivin fyri at hava sagt. Sum sjúkrarøktarfrøðingar uppliva vit dag og dagliga, at okkurt brotnar í lívinum hjá teimum, sum vit varða av. Tað kann verða ógvuliga ítøkiligt, sum t.d. at onkur limur brotnar. Men viðhvørt brotna dreymar saman við. Aðrar tíðir møta vit brotnum sálum, hvørs størsti tørvur og lekidómur, er at sleppa at fortelja, fyri at seta brotini saman aftur.
Sum sjúkrarøktarfrøðingar hava vit eisini tørv á at sleppa fortelja-ella lesa forteljingar, sum vit kunnu spegla okkum í – sum sigur søguna um okkum. Sum hjálpir okkum til ikki at brotna, sum aftur er ein fortreyt fyri, at vit kunnu hjálpa teimum sum vit varða av, til ikki at brotna- ella til at seta brotini saman aftur – viðhvørt til nakað annað, enn tað sum var, men til eina heild óansæð.
Tað er júst hesar prosessirnar, sum innkomnu søgurnar lýsa so væl. Allar søgurnar lýsa ógvuliga væl tær mongu refleksjónirnar, sum ein sjúkrarøktarfrøðingur ger sær í sambandinum við sjúklingar og avvarðandi og á tann hátt eru allar við til at mála eina mynd av, hvørji virðir føroyska sjúkrarøktarfrøðin byggir á og sum viðhvørt koma í stríð við hvørt annað.
Ein stór tøkk fer til Tryggingarfelagið Lív, Articon og SMS fyri peningaligan stuðul til tiltakið. Uttan tey, hevði tað als ikki borið til, at skipa fyri kappingini.
Ein hjartans tøkk fer eisini til limirnar í dómsnevndini, sum hava lagt eitt stórt arbeiði í at lesa og meta um. Tey eru Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari í Etiska Ráðnum og rithøvundur, sjúkrarøktarfrøðingurin og námslektarin Sonja Nielsen, sum hevur virkað sum sjúkrarøktarfakligur serfrøðingur og Marjun Syderbø Kjelnæs, sum bæði er rithøvundur og sjúkrarøktarfrøðingur. Ein serlig tøkk til Marjuna, sum hevur verið okkum ein hollur stuðul í allari tilgongdini.
At enda vilja vit takka so miriliga fyri ALLAR søgurnar! Vónandi hevur kappingin kynt undir hugin til at halda áfram at fortelja søguna, um sjúkrarøktarfrøðingin í Føroyum og øll tey, hann varðar av.
Á myndini eru vinnararnir flankeraðir av Marjun og Sonju frá dómsnevndini.