Danir geva sjúkrarøktarfrøðingum topkarakter í eini kanning sum skal staðfesta, hvør fakbólkur hevur mest trúvirði. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá DSR.
Álitið á sjúkrarøktarfrøðingar er sum heild stórt í tílíkum kanningum. M.a hava danir meira álit á sjúkrarøktarfrøðingum enn t.d dómarum, læknum ella løgreglufólkum.
Í hesu kanning, sum Radius Kommunikation hevur gjørt, leggja danir serliga dent á góðskuna á handverki og tænastustøði, sum sjúkrarøktarfrøðingar veita.
Kanningin gevur dómarnum eitt annað pláss og læknum eitt triðja pláss. Hesir báðir fakbólkar eru beint í hølunum á sjúkrarøktarfrøðingunum
Les alla kanningina her.