– Vit kunnu ikki sum fakfelag góðtaka, at okkara limir, sum søkja størv onga grundgeving fáa, um teir ikki fáa eitt starv. Tað er brot á fyrisitingarlógina og ikki ein góður máti at fara við fólki.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingar.
Felagið fer nú at stevna stýrinum fyri eldrasamstarvið í Sandoynni, tí stýrið ikki hevur grundgivið fyri, hví tveir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfelagnum vóru valdir frá, tá starvið sum økisleiðari í eldrasamstarvinum skuldi setast fyrr í ár. Ein heilsurøktari var sett í starv, sum leiðari. Felagið vildi – saman við sínum limum – hava grundgeving fyri, hví ein heilsurøktari var vald fram um tveir sjúkrarøktarfrøðingar til eitt leiðslustarv. Báðir limirnir klagaðu um tørvandi grundgeving.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur seg til frágreiðing frá Løgtingsins Umboðsmanni, sum í fleiri førum hevur funnist at, at stýrið ikki hevur givið nøktandi grundgeving til teir báðar frávaldu limirnar í felagnum.
Í fyrsta lagi var kært til Innlendismálaráðið og síðani til Løgtingssins Umboðsmann.
Niðurstøðan hjá Umboðsmanninum var, at stýrið fyri eldrasamstarvið í Sandoynni skuldi viðgera setanartilgongdina av nýggjum, men stýrið avgjørdi ikki at gera meiri við málið.
Samstundis staðfesti Innlendismálaráðið, at kommunala eftirlitið ikki hevur eftirlit við kommunalum samstørvum so sum eldrasamstørvunum, tí ber ikki til hjá Innlendismálaráðnum at krevja eina nýggja viðgerð.
– Tað er eitt sindur løgin støða, at eingin myndugleiki er, sum kann krevja av einum kommunalum samstarvi, at tey skulu halda landsins lógir, sigur Óluva í Gong.
– Fyri okkum stendur eftir, at tað var brot á fyrsitingarlógina, at umsøkjarar ikki fingu grundgeving, tí vilja vit hava rættin at taka støðu til, um framferðarhátturin hjá stýrinum var í lagi, sigur Óluva í Gong.