Góðu limir
Tað hevði verið ein stór hjálp, um tit taka tykkum tíð at svara hesi spurnarkanningini.
Endamálið við spurnakanning er at staðfesta, í hvønn mun starvsfólk á umsorganarøkinum kenna, at størv teirra eru vird, at útvega størri vitan um starvsinnihald á økinum og at fáa eina fatan av, hvussu kyn ávirkar størv og løn.
Spurningarnir snúgva seg tískil nógv um, hvussu tit, sum svara, verða møtt, bæði tá tit eru til arbeiðis og tá tit hava frí, hvørja fatan tit hava av almenna kjakinum um fakøkið, sum tit arbeiða innan, og um sambandið millum krøv til størv og lønarlag.
Tað eru Heilsuhjálparafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag, ið varða av kanningini. Granskingarráðið hevur verið við til at fíggja kanningina, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og løgfrøðingur, er verkætlanarleiðari. Spurnarkanningin er partur av eini størri verkætlan, ið skal hyggja nærri at lønarójavna millum kyn í Føroyum.
Kanningin er dulnevnd. Ein skal tískil hvørki upplýsa navn ella arbeiðspláss. Tølini verða eisini nýtt á ein slíkan hátt, at ein ikki kann gita, hvør hevur svarað hvat. Tað vil siga, at ein t.d. ikki fer at síggja í kanningini, at eitt 27 ára gamalt hjálparfólk í Sandoynni hevur svarað so og so. Talan verður bara um at viðgera størri bólkar av fólki.
Er tað onkur spurningur ella svarmøguleiki, sum ikki er viðkomandi, so ber tað til at leypa tað um. Hetta kann t.d. vera ein svarmøguleiki um, hvør tekur sær av børnunum, um ein eingin børn hevur.
Móti endanum av kanningin ber til at koma við skrivligum viðmerkingum.
Tað tekur umleið 10 – 15 minuttir at svara spurningunum. Spurningarnir eru settir upp á slíkan hátt, at tað ber til at nýta forrit, ið hjálpa orðblindum, sjónveikum og øðrum bólkum, ið hava avbjóðingar við at lesa.
Riggar tað ikki at trýsta á leinkið, so kann ein kopiera hesa leinkina: https://qualtricsxmwrbbh35kr.qualtrics.com/jfe/form/SV_eJWitjcDmg3YWh0 , og seta hana inn á kagan ein nýtir.