Í junimánaða skipar Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri tiltøkum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Øll til tøkini byrja kl 19.00 og enda kl 21.30
Innihaldið er hitt sama øll støðini:
Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur, heldur fyrilestur undir heitinum
“Yrki, aldurisma og storytelling”
Aftaná verður høvi at kjakast um evnið
Síðan skipar SER fyri dialogi út frá trimum spurningum, sum allir snúgva seg um væntanir frá limunum til Ráðið
Kaffi, te og okkur gott afturvið verður eisini at fáa
Vit vóna, at tit møta fjølment
Allir limir í FFS eru hjartaliga vælkomnir