Felagið skal næsta mánadag til samráðingar um nýggjan sáttmála. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar situr við samráðingarborðið saman við Lønardeildini undir Fíggjarmálaráðnum.
Eftir at eldraøkið var lagt til kommunurnar og nógvir limir arbeiða hjá kommunum, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avgjørt at fylgja sáttmálanum millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið.
Nýggjur sáttmáli skuldi koma í gildi 1. oktober í fjør, men so kom løgtingsvalið í millum og avgjørt var at útseta samráðingarnar.
Men tær broytingar, sum verða í nýggja sáttmálanum fara at virka aftureftir frá 1. oktober 2015.