Bæði Kristina Háfoss og stjórin á lønardeildini, Jan Mortensen, halda fast í, at karmurin hjá Starvsmannafelagnum er ófrávíkiligur. Samstundis sigur fíggjarmálaráðharrin frá tingsins røðarapalli, at tey hava víst vilja at flyta seg. Hetta er ein andsøgn – antin vilt tú flyta teg, ella heldur tú fast í karminum.
Støðan hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er púra greið. Sjúkrarøktarfrøðingar fáa eina munandi lægri løn enn aðrir bólkar á sama útbúgvingarstøðið og við somu ábyrgd. Hetta má broytast, um vit skulu tryggja okkum, at okkara limir ikki velja føroyska heilsuverkið frá.
Hetta, sum Kristina Háfoss kallar eitt óvanligt krav, er einans eitt ynski um somu løn, sum onnur. Eingin orsøk er til, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki verða javnsettir við onnur.
Ferð eftir ferð siga Kristina Háfoss og Jan Mortensen, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki vil flyta seg í samráðingunum. Men veruleikin er tann, at vit als ikki hava samráðst, tí Fíggjarmálaráðið noktar at samráðast um fíggjarliga karmin.
Ístaðin fyri orðadrátt og treiskni, átti Fíggjarmálaráðið at tikið samráðingarnar í álvara, so søguligi skeivleikin kann verða rættaður.