Norðurlandahúsið var ramma um nemandi løtuna, tá nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingarnar í dag fingu handað prógv. Tilsamans vóru tað umleið 100 nýútbúgvnir føroyingar, sum í dag fingu prógv eftir loknan lestur á Setrinum.
Sigurð í Jákupsstovu, rektari, beyð vælkomin og tosaði um týdningin av at hava eitt nærgranskingarøkið á altjóða støði. Eisini tosaði hann um týdningin av, at politiska raðfestingin av Setrinum røkkur longur enn eitt ár í senn, so vit ikki at tapa kappingina um fólkið við granskingarhugi. Setri strembar framm ímóti at rúma 1500 lesandi, í mun til tey uml. 800, ið lesa har í dag. Eisini kom hann inn á, at akademisering ikki er til ampa fyri fólk og yrki, men er menning, ið dregur fólkið at lesa í Føroyum, og byggja land.
Rebekka M. Behrens, umboð fyri tey lesandi, bar framm røðu. Hon hugleiddi um umstøðurnar á Setrinum við lágum játtanum, niðurlaging av útbúgvingum, trupulleikum við valfakum og studningsskipanini, sum ikki kann metast við donsku SU skipanina. Tað gjørdi sum heild umstøðurnar meira truplar undir lestnaðinum. Tó hevur hon verið glað um sína tíð á Setrinum, har læran um føroysk viðurskifti er á føroyskum máli, og um at vera við til at byggja land. Her er prosessirnar skjótar, og tað er lætt og skjótt at fáa fatur á vegleiðing. Hon metir rákið at vera vent, frá at hægri lestur í Føroyum mettist sum eitt heimføðisligt alternativ, til at tað er vorið kul at nema sær útbúgving í Føroyum
Eftir prógvhandanina, helt Ætli Gregersen nemandi røðu, har hann kom inn á tydningin av at hyggja eftir, hvør man vil vera, hvørji grundvirðini eru. Tað er ikki altíð lætt at virka eftir góðum ætlanunum, men tað er altíð rætt at royna. Hann nevndi, at fyritøka hansara hevði valt virði sum erligheit, opinleika, álit og virðing av starvsfeløgum, arbeiði og náttúru. Eru hesi grundleggjandi virði í ordan, eyðkennir tað menniskju og arbeiðspláss, Føroyar og alt kring okkum.
Frá sjúkrarøktarfrøðideildini á Setrinum er enn eitt hold av vælútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum klárt til at útinna sjúkrarøkt og at geva sítt íkast til heilsufremjandi og viðgerðandi virksemi, øllum føroyingum at frama.
Sjúkrarøktarfrøðingar, eftir 4 ár við lestri, starvspraktikk og prógvtøkum. Nú er møguleikin opin, ið gevur atgongd til størv innan heilsuverkið kring alt Føroya land, umframt at tað røkkur langt út um landoddarnar. Við próvnum í hond, er eisini møguligt at fara beinleiðis undir víðari lestur, og hjá nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum verður spennandi at at síggja, hvaðar starvsleiðin ber.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku og blíðan byr.
Eisini ynskja vit tykkum, ið hava tikið Master útbúgving, hjartaliga tillukku við próvnum.
Vit gleða okkum til framtíðar samstarv við tykkum allar.