Ein nýggj kanning, sum er gjørd í Danmark, vísir trúvirði hjá ymiskum fakbólkum. Á fyrsta plássi liggja sjúkrarøktarfrøðingar, framman fyri bæði læknar og dómarar.
– Hetta er sjálvandi gleðiligt, tá hugsa verður um tær arbeiðsumstøður, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava. Sparingar og bygnaðarbroytingar eru gerandisdagur hjá sjúkrarøktarfrøðinginum og kortini megnar hann at skapa álit hjá sjúklingum og borgarum. Tílík tíðindi gera meg stolta av at vera sjúkrarøktarefrøðingur og stolta av at umboða ein fakbólk sum megnar at halda fast í okkara kjarnuuppgávu í einum turbulentum gerandisdegi. Eg haldi, at vit skulu taka hattin av fyri øllum sjúkrarøktarfrøðingum, sigur Óluva í Gong, forkvinna, í viðmerking til donsku kanningina.
Politikarar á aftasta plássi
Um hugt verður at álitinum á politikkaran, er støðan ein heilt onnur í kanningini.. Politikkarar eru niðast á listanum. Tað er tann bólkurin sum borgarin hevur minst álit á. -Nú er hendan kanning gjørd í Danmark, men tað er lítil orsøk at halda, at støðan er øðrvísi í Føroyum. Her skulu vit serliga hugsa um kommunuvalið, sum júst hevur verið, sigur Óluva í Gong
-Eg fari at heita á allar kommunalpolitikkarar um at taka hesa kanning til eftirtektar. Kann man hava eitt demokratiskt samfelag har borgarin ikki hevur álit á politisku skipanina?
Sum forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar havi eg fylgt væl við tí, sum hevur verið sagt áðrenn kommunuvalið. Serliga havi eg lagt mær í geyma, hvat hevur verið skrivað og sagt um eldraøkið. Kommunurnar hava havt ábyrgdina av eldraøkinum síðan 2015 og ymiskt er, hvussu tað hevur gingið. Spyr man politikkarar gongur tað væl. Veruleikin er tó ikki heilt so einfaldur, sigur Óluva í Gong.
Fram til kommunuvalið hava nærum øll valevni ynskt at raðfesta tey sokallaðu “bleytu viðrini”. -Eg veit væl at øll vallyftir ikki kunnu fremjast, men vónandi fara tey valdu at standa við síni lyftir, sigur Óluvá í Gong.
Komandi borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, er sami persónur sum stóð aftanfyri lógina um eldraøkið og útleggingina av økinum. Fleiri ferðir hevur hon ført fram, at nógmikið av peningi fylgdi við frá landinum. Tá var hon landspolitikkari. Nú hevur Annika Olsen skrivað undir eitt samgonguskjal í Tórshavnar Býráð, har eitt av slagorðinum er, “At lyfta eldraøkið uppá eitt virðiligt stig, við haldførum loysnum”. – Eg gleðist um staðfestingina, at tað er neyðugt at lyfta økið og gleði meg til at fylgja við, hvussu hetta verður gjørt, sigur Óluva í Gong. Hetta er ein góður møguleiki hjá politikkarnum at vísa, at tað eru veruligar ætlanir aftanfyri vallyftini. Hetta skapar álit og vil við tíðini uppbyggja trúvirði, sigur Óluva í Gong, sum at enda vil ynskja nýggja borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu og annars øllum hinum innvaldu bestu eydnu.