“Verð okkara” er ein plakat, sum vit fara at selja á aðalfundinum 18. mars hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Vit hava tvær støddir av plakatum:
50 x 70 cm kostar 250 kr
60 x 84 cm kostar 350 kr
Áhugafelagið Fá5 eru sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða við børnum og ungum. Nevndin í áhugafelagnum hevur biðið Lydiu Petersen, listakvinnu mála ein málning, sum Grafia v/Jastrid Gullaksen hevur gjørt til eina plakat.
Plakatin er ein litføgur og glað mynd av eini bygd í Føroyum. Har er skúli, dagstovnur, sambýli, sjúkrahús og heilsuhús. Vit síggja børn sum ganga, súkkla, familjur við barnavogni og koyristóli. Ætlanin við myndini er, at børn og ung kenna seg aftur, og at fjølbroytni og ymiskleiki er ein partur av okkara verð. Ymsastaðni í myndini eru sjúkrarøktarfrøðingar, og skal hetta vísa á, at vit eru ein nátúrligur partur av barna- og ungdómsverðini bæði í primæra- og sekundæra økinum. “Verð okkara” kann skiljast upp á fleiri mátar: Hvussu fjølbroytt okkara/teirra verð er, og at børn og ung verða ein partur av okkara verð, tá tey hava brúk fyri okkara umsorgan.
Ágóðin av søluni verður nýttur til at fíggja virksemi hjá áhugafelagnum, t.d. skeiðir, fyrilestrar og almenn tiltøk, so vit kunnu halda okkum fakliga dagførd og vera við til at varpa ljós á heilsuna hjá børnum og ungum í dag.
Plakatirnar eru vælegnaðar at hava bæði heima, á stovnum, viðtaluhølum, skrivstovum og aðrastaðni. Eisini kann plakatin vera ein góð gáva til okkara børn og vera við til at gera sjúkrarøktarfrøðingar til ein meira sjónligan part av barnaverðini.
FÁ5