Tá ið tað stundar móti vali er gávuposin fullur av lyftum til føroyingin. Við jøvnum millumbilum kemur fram, at fólk kunnu fáa pening fyri at vera heima og ansa sínum børnum.
Eg fari ikki at blanda meg uppí, hvussu føroyska familian skipar sín gerandisdag. Tað stendur einum og hvørjum frítt at skipa síni viðurskifti heima hjá sær sjálvum.
Fari tó at loyva mær at átala politisku ynskini, sum bert eru til gagns fyri nakrar fáar barnafamiljur, meðan størsti parturin av barnafamiljunum als ikki hava møguleikan at gagnnýta hetta.
Tað er óneyðugt at gera vart við, at føroyska familjan er illa sperd fíggjarliga. Kostnaðarstøðið er hækkandi, rentan er hækkandi, avbjóðingarnar eru sera stórar á íbúðarøkinum, og hetta hevur ta avleiðing, at neyðugt er við tveimum inntøkum, um ein familja skal hava nakran møguleika at herberga sær. Spurningurin er tí, hvussu nógvar familjur í veruleikanum kunnu nýta eina skipan, har peningurin fylgir barninum.
Eg fari eisini at loyva mær at siga, at eitt slíkt tilboð er bara til føroysku mammuna. Tað er eingin orsøk at tosa um, at hetta er til bæði mammur og pápar. Tí at royndirnar við pápum, sum fara í barsil, vísa heilt greitt, at teir als ikki nýta hendan møguleikan. Flestu grundgevingarnar fyri hesum eru, at familjurnar ikki kunnu liva fíggjarliga við, at pápin missur inntøku við at fara í barsil. So tað er eingin orsøk til at ímynda sær, at pápar fara heim at vera um síni børn við einari skipan har peningurin fylgir barninum.
Stóri spurningurin er so, um vit eru í einari tíð, har vit sum samfelag, eiga at gera skipanir, sum reka kvinnur av arbeiðsmarknaðinum. Tað er eingin loyna, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á teimum siðbundnu kvinnustørvunum. Vit kunnu nevna t.d sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar og reingerðarfólk.
Eftir stendur so spurningurin, um vit einki skulu gera fyri ta føroysku familjuna. Sjálvsagt skulu vit tað. Vit eiga at føra ein familjupolitikk sum ger, at tað er møguligt hjá familjum at virka og liva í føroyska samfelagnum, og har børnini verða sett í miðdepilin. Eitt er vist: børnini hava tørv á, at foreldrini eru um tey og hava tíð til tey.
Hoyrdi ein sálarfrøðing tosa um trivnaðin hjá børnunum í Føroyum. Hon vísti á, at vit eiga at arbeiða meira heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og hetta kundi gerast við at skipa góðar karmar á dagstovnum og í skúlum.
Um man veruliga meinar, at man vil familjuni og børnunum tær bestu umstøðurnar, so eru fleiri møguleikar at føra ein familjuvinarligan politikk, sum kemur øllum føroyskum familjum og børnum til gagns.
Fyrst av øllum má arbeiðsvikan styttast. Familjunar mugu fáa møguleika at vera meira saman. Fakfelagssamstarvið hevur fyri stuttum gjørt eina kanning av, hvørjir fyrimunir eru av at stytta arbeiðsvikuna, og fyrimunirnir eru fleiri. Royndir úr Íslandi vísa heilt greitt, at tað var til gagns fyri børnini, tá ið arbeiðsvikan hjá foreldrunum varð stytt. Ikki bara foreldrini fingu meira tíð saman við børnunum. Eisini ommur og abbar fingu meira tíð saman við ommu og abbabørnunum.
Tá ið eg havi spurt limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hvørji ynskir teir hava til ein meira familjuvinarligan politikk, er hægsta ynskið niðursett arbeiðsvika og ein meira smidlig barsilsskipan.
Tað kennist tungt hjá mongum kvinnum at fara aftur til arbeiðis eftir at hava verið í barsil. Serliga tá talan er um at fara til arbeiðis fulla tíð. Kenslan er, at tað er alt ella einki. Spurningurin er, hví kunnu vit ikki finna eina loysn, sum er til gagns fyri kvinnuna, familjuna og barnið. Eina loysn, sum ber við sær, at kvinnan so líðandi kemur aftur á arbeiðsmarknaðin?
Tað hevði tískil verið ynskiligt, at fingið barsilsskipanina víðkaða til, at man kann vera partvíst í barsil. Ein loysn, har foreldrini skipa seg eftir ynski og tørvi, og har man er parttíð til arbeiðis og parttíð í barsil.
Áðurnevndi sálarfrøðingur førdi fram, at neyðugt er at fara niður í ferð.
Við at stytta arbeiðsvikuna og skipa eina smidliga barsilsskipan, hevur familjan Føroyar møguleika at fara niður í ferð.
Tað er eyðsýnt, at slík tiltøk hava ein ávísan kostnað við sær, men hava vit ráð at lata vera? Allar kanningar av sálarheilsuni hjá børnum og ungum geva greiðar ábendingar um, at vit mugu taka stig til at betra um støðuna beinanvegin.
Latið okkum arbeiða heilsufremjandi og geva børnunum tað, teimum tørvar allarmest: Foreldur, ið hava tíð at vera um tey. – Og so má poltiska skipanin eisini skipa teir neyðugu karmarnar, sum tryggja ein veruligan familjupolitikk.