Fyri fyrstu ferð verður full masterútbúgving í fólkaheilsu boðin út á Fróðskaparsetrinum. Higartil hava bert stak valskeið verið boðin út.
Útbúgvingin er skipað, sum hálvtíðarlestur, so til ber at arbeiða hálva tíð við síðuna av.
Í lýsingini av útbúgvingini verður millum annað sagt, at hon viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu. Útbúgvingin greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing.
Útbúgvingin byjrar í heyst og endar í 2020.
Umsøkjarar skulu hava miðallanga útbúgving sum bachelor ella professións-bachelor, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari.
Umsóknarfreistin er 1. juli 2016.
Lesið meiri um útbúgvingina her