í sambandi við at Hansa Christiansen fer frá fyri aldur, verður skipað fyri móttøku í hølum felagsins í Lucas Debesargøtu 14.
Hansa hevur starvast sum skrivari og bókhaldari á Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í samanlagt 24 ár. Móttøkan verður fríggjadagin 22. september frá kl 15-17 og øll eru hjartaliga vælkomin.