Luttak í kanningini “Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum”.
Leinki til kanningina: trýst her
Kunning um kanningina:
Verkætlanarleiðari er Annika Helgadóttir Davidsen, Løggildur sálarfrøðingur og phd, sum kemur at samstarva við Pál Weihe, leiðara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Mariu Skaalum Petersen, granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og leiðari av Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking. Skjøtul verður settur á verkætlanina longu í vikuni, og verða 1000 tilvildarlig fólk útvald til at luttaka. Vit vilja tí heita á fólk, hvørt tað er onkur av limum okkara, ið verður útvald/ur, at geva spurnarskemanum gætur og brúka uml.10 min til at svara spurnarblaðnum.
Fakfelagssamstarvið heldur, at tað er av stórum týdningi, at ljós verður varpa á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.
Úrslitini frá hesi verkætlan kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av COVID-19, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir. Við støðið í einum fakfelagsperspektivi, so meta vit, at tað er av týdningi, at føroyski løntakarin verður spurdur um hvussu hann hevur tað í gerandisdegnum, nú hann er nógv broyttur orsaka av COVID-19. Hendan verkætlanin kann sostatt hjálpa okkum at navigera á tí sálarliga umhvørvinum hjá føroyska løntakaranum.
Verkætlanarleiðarin sigur soleiðis um verkætlanina:
Samfelagsligu broytingarnar, sum COVID-19 hevur havt við sær, eru umfatandi:
184 føroyingar fingið staðfest smittuna, og roknast kann við, at fleiri hundrað føroyingar eru ella hava verið í sóttarhaldi. Restin av fólkinum hevur síðstu vikurnar umlagt arbeiðslívið og avmarkað teirra sosiala lív, fyri at steðga smittuspjaðing.
Stóru inntrivini í gerandisdagin gera, at nógv eru stúrin – um teirra egnu heilsu ella heilsu teirra avvarðandi, um tey hava eina inntøku komandi mánaðin, ella um tey yvirhøvur hava eitt starv at venda aftur til, tá umfarssóttin ikki longur er ein hóttan. Saman við óvissuni um, hvussu leingi hon varar, kann hendan undantaksstøðan ávirka nøgdsemi við arbeiðið, skapa strongd og ávirka sálarheilsuna neiliga, beint nú og í longdini. Hóast vit ikki enn vita, hvørja ávirkan støðan nú fer at hava, vita vit tó, at áhaldandi strongd kann hava álvarsamar kropsligar, sálarligar, sosialar og fíggjarligar avleiðingar fyri tann einstaka.
Møguleikin fyri á vanligan hátt at loysa arbeiðsuppgávurnar eru munandi skerdir, uttan mun til um uppgávan er hjá heimahjálpini, á flakavirkinum ella í fólkaskúlanum. Harafturat er møguleikin fyri at vera partur av kollegiala felagsskapinum avmarkaður ella heilt horvin, tá fólk noyðast at arbeiða heimanífrá, arbeiða einsamøll, arbeiða uppdeild í liðum, o.s.fr. Markið í millum arbeiðs- og privatlívið er sostatt fyri tey flestu strikað ella broytt munandi hesar vikurnar, samfelagsligu átøkini hava verið í gildi.
Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt ynskja vit at varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.
Ein av hypotesunum er, at ávísar starvsgreinar, t.d. heilsuøkið, er meiri tyngt enn aðrar greinar, av tí at umfarssóttin hevur lagt eitt stórt trýst á heilsuverkið. Hetta ger heilsustarvsfólkini meiri útsett fyri bæði smittu og strongd. Harafturat hava vit eina hypotesu um, at familjur við børnum í størri mun enn familjur uttan børn kenna seg ovbyrjað av dupultu uppgávuni, ið tað er at vera til arbeiðis samstundis sum børnini skulu ansast og/ella undirvísast heima. Sosial avbyrging kann harafturat hava stóra neiliga ávirkan á trivnaðin, og tí hava vit eisini eina hypotesu um, at tey, ið hava verið nógv avbyrgd uttan sosialt samband, meta sálarheilsuna at vera verri enn tey, ið hava havt regluligt samband við onnur.
Úrslitini frá hesari kanning kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av COVID-19, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir.