Nú lønarútgjaldið fyri december er farið ígjøgnum, hava nakrir limir vent sær til felagið og kunnað um, at teir eru farnir niður í løn. Hetta eigur sjálvsagt ikki at koma fyri. Semjan ásetur heilt greitt at:
“Allir sjúkrarøktarfrøðingar flyta í nýggja lønarstigan nærmast yvir og uttan lønarmiss”.
Felagið vil tí heita á limir sum standa í hesu støðu um at senda avrit av lønarseðlinum til felagið á info@sjukrarokt.fo so skjótt sum tilber.
Í januar verður farið ígjøgnum lønarviðurskiftini hjá limunum fyri at tryggja rætta innplaserting í nýggju lønartalvuna.