Nógvir limir ringja til okkara nú pedagogfelagið hevur lýst verkfall á Almannaøkinum. Teir kunna felagið um, at vaktir verða broyttar, og teir føla seg pressaðir at átaka sær verkfallsrakt arbeiði
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur noktað limum sínum at upptaka verkfallsrakt arbeiði.
Hetta inniber, at limir bert kunnu arbeiða tær vaktir teir eru settir til áðrenn verkfallið bleiv lýst. Eisini inniber tað, at limirnir ikki skulu átaka sær nýggjar uppgávur, men bert gera tað arbeiði teir vanliga gera undir normalum umstøðum.