Fyri 25 árum síðani var onkologiska ambulatoriið, sum tekur sær av krabbameinsviðgerð, tikið í nýtslu á Landssjúkrahúsinum. Hetta var hátíðarhildið við almennari móttøku 10. februar. Áðrenn hesa tíð noyddust næstan allir sjúklingar við krabbameini av landinum til – bæði kanningar og viðgerð.
Í dag ber til, á fleiri økjum, at fáa viðgerð í Føroyum eins og kanningarnar verða eisini gjørdar í Føroyum.
– Eldhugað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum treiskaðust í móti samfelagsgongdini annars, og við Jón á Steig á odda løgdu tey teir fyrstu grundarsteinarnar fyri onkologiska ambulatoriið. Væl varð arbeitt, og innan stutta tíð varð farið undir at taka krabbameinsviðgerðir heim. Tað er tað áræðið og dirvi vit hátíðarhalda í dag, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum í síni røðu til starvsfólk og leiðslu á ambulatoriunum.
Onkologiska ambulatoriið var av fyrstan tíð eitt samstarv við Ríkissjúkrahúsið. Tey fyrstu árini var Ríkissjúkrahúsið á vitjan nakrar ferðir um árið. Tað hevði við sær, at allir sjúkrarøkarfrøðingarnir á B6 og B7 fingu frálæru í at geva kemoterapi. Eitt áhaldandi arbeiði hevur verið gjørt øll árini fyri at menna sjúkrarøktarfrøðingarnar við eftirútbúgvingum soleiðis at fleiri nýggir førleikar nú eru savnaðir á onkologiska ambulatoriunmnum á Landsjúkrahúsinum.
Sjúkrarøktarfrøðinganir hava ein alt avgerandi lut í, at virksemi á onkologiska ambulatoriumnum virkar. “Ein snúðningsási í arbeiðinum við skiftandi onkologum” førdi Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúrkahúsinum, fram í síni heilsu til starvsfólkini.
Kemo í skolirúminum
Áðrenn samstarvið við Ríkissjúkrahúsið stóðu læknarnir fyri nøkrum kemoterapi-viðgerðum.
– Viðgerðin tá gekk fyri seg á tann hátt, at skolirúmið bleiv avdekkað. Hurðin var meiri ella minni stongd, vindeygað varð latið upp og har stóð læknin so sum ein rúmdarmaður og blandaði kemo. Seinni kom eitt “stinkskáp” á 3 . hædd. Ja, so ein kann siga, at vit hava fingið munandi betur umstøður í dag, og her var Apotekið ein sera góður samstarvspartur, við Kjartani Mohr, sála, á odda. Tey átóku sær at blanda kemoinað, greiddi Ingun Gaardbo, depilsleiðari á medicinska deplinum frá.
Ambulatoriið byrjaði við at hava opið ein dag um vikuna og var fyrsti sjúkrarøktarfrøðingurin Jansy Gaardlykke, sum vit í dag kenna frá krabbameinsfelagnum. Tað vóru hon og Else Carlsted, sum eisini er sjúkrarøktarfrøðingur, sum løgdu nýggjum sjúkrarøktarfrøðingum lag á.
Fyrstu 12 árini helt onkologiska ambulatroiið til í barakkini, og vóru tað tá einans viðtalur har. Kemoviðgerð varð givin á deildunum, líka fram til einaferð fyrst í 2000 og síðani 2004 hevur ambulatoriið verið samlað á 3. hædd í G-bygninginum.
Tvørfakligt samstarv
Sonja Nielsen, deildarleiðari segði, at í løtuni starvast seks sjúkrarøktarfrøðingar í onkologiska ambulatoriinum. Víðari vísti hon á, at í hesi 25 ár eru nógvar broytingar farnar fram. Alt fleiri sløg av viðgerð verða givin, til fleiri og fleiri sløg av krabbameini. Arbeiðið á Onkologiska ambulatoriinum er í tøttum tvørfakligum samstarvi við m.a. sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og læknaskrivarar.
– Ein staðfesting av hesum 25 árum er, at avtalur við sjúkrahús, sum varða av onkologi, koma og fara. Onkologar, við tilknýti til onkologiska ambulatotiið koma og fara á sama hátt. Tó hevur verið lítil útskifting av sjúkrarøktarfrøðingum í hesum tíðarskeiði og eru tit tað støðufesti, ið onkologisk ambulatoriið hevur, segði Sonja Nielsen.
– Tit hava tískil drúgvar royndir og holla vitan í viðgerð og røkt til krabbameinssjúklingar, so tit hava stórt virði og stóran týdning fyri at onkologiska ambulatoriið kann virka. Tit hava uppoborðið viðurkenning og tøkk fyri hetta. Eisini skal ein tøkk vera til Evu Mortensen Holm, sum hevur verið leiðari á onk amb stóran part av hesum 25 árunum, segði Sonja Nielsen.
Gera stórt arbeiði
Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á medisinska deplinum nýtti eisini høvið at takka sjúkrarøktarfrøðingunum, sum starvast á ambulatoriunum í dag, og hon vísti á, er hetta eisini var eitt gott høvi at gera vart við, at stórur prísur verður sett á tað arbeiði, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir gera.
Ingun Gaardbo hevði eisini eitt føðingardagsynski til Heilsumálaráðið, har hon førdi fram, at um Landssjúkarhúsið fær fleiri hendur og førleikar, átaka tey sær fegin uppgávuna við at víðka virksemið á onkologiska ambulatorium.
Týdningurin av sjúkrarøktarfrøðingunum framgekk eisini greitt av teimum heilsanum, sum vóru førdar fram á degnum.
Turid Horn, fyrrverandi sjúklingur segði, at hennara krabbameinsviðgerð tók 10 ár. Í tey 10 árini hevði hon møtt nógvum ymiskum læknum, men tað gjørdi einki, tí fakliga dugnaligu og rúmligu sjúkrarøktarfrøðinganir vóru altíð teir somu.
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, helt eisini røðu um týdningin av at hava viðgerðirnar í Føroyum. Hennara røða er at síggja inni á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum.