Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur tikið avgerð, eftir innstilling frá limunum, hvør skal verða ársins álitisfólk.
Ársins álitisfólk 2017 er:
Kristinu Poulsen
Um Kristinu verður sagt í innstillingini, at hon er sera stinn í sáttmálanum og leiðbeinir og ráðgevur starvsfeløgunum soleiðis, at alt fer fram í samsvari við hann. Hon tryggjar rættindi og vísur á skyldur soleiðis, at alt fer rættvíst og sømiliga fram. Starvsfelagarnir kenna seg tryggar og vita, at teir altíð kunnu seta seg í samband við Kristinu, um ivamál stinga seg upp. Hon ger eitt stórt arbeiði, og eigur tí at fáa eitt herðaklapp fyri hetta.
Hjartaliga tillukku við heiðrinum