Hvør hevur ábyrgdina, tá almenna ferðasambandið er slitið?
Beint nú skínur sólin á hvítan kava. Soleiðis var ikki í gjár, har ódn hevði leikað í síðan fyrrakvøldið. Alt samband bæði sjóvegis, loftvegis og á landi var slitið. Sjálvt um tað er eyðsæð at øll eiga at halda seg innandura eru vit ringd upp av ørkymlaðum limum, ið ikki vita, hvat tey skulu gera, tí tey ikki sleppa til arbeiðis, men sambært arbeiðsgevaranum skulu tey møta, annars missa tey lønina.
Løgreglan heitir á fólk um ikki at fara út, orsakað av ringa veðrinum. Vit eru eitt lítið oyggjasamfelag, har nógv koyra millum bygdir ella sigla við báti, fyri at koma til arbeiðis. Er tað rímiligt, at kommunurnar kunnu krevja ella áleggja sínum starvsfólkum, at gera ímóti tilmælum frá løgregluni?
Hóast støðan við veðrinum er álvarslig ella beinleiðis vandamikil, finnast vegleiðingar frá arbeiðsgevarum sum siga: at starvsfólk hava skyldu til at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at tey hava møguleika at koma til arbeiðis, t.v.s fylgja við veðurlíkindum og fara tíðliga frá húsum, yvirnátta á arbeiðsplássi aftaná vakt, um vandi er fyri, at ikki er komandi til arbeiðis dagin eftir, ella at býta um vaktir.
Spurningurin er, um arbeiðsgevarin hevur heimild til at gera inntriv í privatlívið hjá starvsfólkunum? Kann mann krevja, at seta starvsfólk í ta tvístøðu, at tey skulu gera ímóti tilmælum frá løgregluni?
Ber til hjá arbeiðsgevaranum at krevja, at ein mamma fer frá húsum á náttartíð, fyri at møta til arbeiðis á dagvakt, fleiri tímar seinni, orsakað av komandi ódnarveðri?
Kommunurnar mugu taka atlit til, at talan kann koma at verða um støður, har almenna sambandið er slitið orsakað av veðrinum. Mann leggur alla ábyrgd út til einstaka starvsfólkið, ið sum øllum kunnugt, ikki er harri yvir veður og vindi.
Tað, ið undrar okkum er, at sjálvt um kommunurnar leggja seg tætt uppat orðingini hjá Lønardeildini, er tann stóri munurin, at mann greitt meldar út, at frávera orsakað av ringum veðrið, ikki er goldin frávera.
Fyri okkum tykist tað sum, at kommunurnar fara eftir lægsta felagsnevnara, í staðin fyri, at hugsa um ta støðu tey seta síni starvsfólk í.
Fyri starvsfólk ið eru sett í starv eftir sáttmála hjá Fíggjarmálaráðnum, eru hesar greiðu reglar galdandi:
Fráverudagar orsakað av ringum veðri verða bert roknaðir sum goldin frávera, um alt alment ferðasamband er slitið orsakað av veðrinum.
Tað, at eitt starvsfólk heldur veðrið vera ov ringt at fara millum bygdir við bili, gevur ikki rætt til goldna fráveru, um almenna ferðasambandið annars ikki er slitið.
Er starvsfólk komið til arbeiðis av bygd, og veðrið er øtlað so mikið, at vandi er fyri, at ikki er komandi til arbeiðis dagin eftir, um farið verður heim um kvøldið, verður fráveran næsta dag ikki roknað sum goldin frávera, um ikki slepst til arbeiðis.
Tá eldraøkið varð umsitið av landinum, nýttu okkara limir hesa vegleiðingina og tískil fer áheitanin frá Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar til Kommunufelag Føroya, um at gera eina felags vegleiðing fyri allar kommunurnar og skjóta feløgini upp at nýta somu vegleiðing sum Lønardeildin. Alt annað er órímiligt!
Mary Antonsdóttir, forkvinna Óluva í Gong, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar