Felagið hevur avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2022.
Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga.
Felagið virðismetir arbeiðið tit gera, og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing.
Fortreytirnar fyri at kunna veljast til ársins sjúkrarøktarfrøðing eru:
- Virkin limur í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
- Kann hava verið við til at menna/profilera sjúkrarøktaryrkið á ein jaligan hátt
- Kann hava útmerkað seg sum inspirator fyri starvsfelagar, nýútbúnar
- sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi
- Kann á ein jaligan hátt verið inspirerandi fyri starvsfelagar
- Er semjusøkjandi
Vit heita á limir okkara um at senda okkum innstilling hvønn tit meta eigur at verða kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur.
Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá hví tit halda at ta fólk, ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin at verða valt til ársins sjúkrarøktarfrøðing.
Send felagnum ein teldupost við tínum/tykkara uppskoti til anar@sjukrarokt.fo
Uppskotið skal verða felagnum í hendi í seinasta lagi 4. mars kl. 12.
Tað er ein stýrisbólkur, settur av felagnum, ið tekur avgerð hvør fær heiðurin.
Ársins sjúkrarøktarfrøðingur verður heiðraður við einum gávubrævi á aðalfundinum 12. mars.