Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur ella sjúkrarøktarfrøðilesandi og hevur hug at blogga fyri Sjúkrarøktaretiska Ráðið?
Bloggurin skal snúgva seg um sjúkrarøktaryrki ella tað at verða sjúkrarøktarfrøðingur í breiðum týdningi. Hann hevur ikki fyri neyðini at snúgva seg um etikk og kann bæði verða álvarsamur, stuttligur, spískur, speiskur ella júst soleiðis, sum tú heldur hann skal vera. Hann skal tó í øllum førum vera siðiligur og í ongum føri ófantaligur, speirekandi ella særandi.
Tú bindur teg ikki til at skriva meira enn tann eina bloggin. men er vælkomin at skriva fleiri. Bloggurin verður útgivin á heimasíðuni hjá FFS og annars á sosialu pallum okkara. Um vit halda, at onkur bloggur eigur at røkka longri, verður tað gjørt í samráð við rithøvundin, uttan so, at hesin er dulnevndur.
Tað ber nemliga til at verða dulnevndur, tó ikki fyri Sjúkrarøktaretiska Ráðnum. Vit skulu altíð vita, hvør tað er sum skrivar.
Ráðið virkar sum ritstjórn, soleiðis at skilja, at vit tilskila okkum rætt til at lata verða við at geva ein blogg út, um hesin ikki lýkur krøvini fyri siðiligheit. Vit loyva tó øllum sjónarmiðum framat, so ein bloggur umboðar ikki neyðturviliga sjónarmiðini hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum
Bloggurin skal verða millum 450 og 900 orð til longdar
500,- kr verða latnar fyri hvønn útgivna blogg. Í mesta lagi ein bloggur verður givin út um mánaðin.
Hevur tú okkurt upp á hjartað, skriva so til okkara á etikkur@sjukrarokt.fo