– Nú hava vit fingið staðfest svart upp á hvítt, at tey gomlu ynskja at búgva heima, og tað skulu vit taka í álvara, sigur Tordur Niclasen, leiðari fyri Skálafjarðasamstarvið, sum er samstarvið á eldraøkinum.
Tordur Nicalsen vísir til Tørvs- og nøgdsemiskanning, sum er gjørd millum borgarar eldri enn 65 ár í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu.
Eldru borgararnir í kommunum er spurdir um nógv viðurskifti í teirra lívi og um, hvørji ynski eru til framtíðina.
Útvið helvtin av teimum gomlu kundu hugsað sær at flutt í eina minni íbúð um møguleiki var til tess. Samstundis er meiri enn helmingurin, sum ynskir at hjálpin verður veitt á egnum bústaði.
– Hetta er eitt greitt tekin um, at vit mugu leggja framtíðina hjá teimum eldru ella gomlu til rættis út frá teirra egnu ynskjum, um at verða verandi í egnum heimi, sum longst, sigur Tordur Niclasen.
– Hetta kemur ikki so óvart á, men hetta sigur okkum, at vit skulu vera varin, at myndugleikar og starvsfólk ikki taka ræði á fólki – men lurta meiri eftir, hvat borgarnir vilja, sigur Tordur Niclasen. Gáttin at sleppa á Røktarheim hevur kanska verið í so lág, men kortini ivast hann ikki í, at brúk er fyri røktarheimum og sambýlum, men lurtast skal eftir borgaranum.
– Okkara skylda verður, at útbyggja tær tænastur, sum gera, at fólk kunnu búgva heima. Tað veri seg heimatænastu, heimahjálp, fysioterapi osv., sigur Tordur Niclasen.
Samstundis sum kanningin vísir, at meginparturin av teimum eldru í teimum trimum kommunum ynskja at verða búgvandi heima, so vísir kanningini eisini, at tey ikki kenna seg einsamøll og hava avvarandi nær at sær.
– Tað er ein myta, at tey gomlu eru so einsamøll. Vit mugu vara okkum at samanbera við stórar danskar býir, sigur Tordur Niclasen.
438 borgarar í Runavíkar, Nes og Sjóvar Kommunu yvir 65 ár svaraðu spurnaðarblaðnum. Sambært Hagstovuni búðu í alt 1015 fólk yvir 65 ár í hesum øki.
Tørvs- og nøgdsemiskanningin kann lesast her.