Fyrst vil eg siga takk fyri, at tit hava boðið mær her í dag!
Tað er ein stórur heiður fyri meg at fáa høvi at bera eina røðu fram fyri tykkum í dag – til aðalfundin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Eg havi sjálv luttikið til aðalfundir, men tá hevur tað verið sum limur í felagnum. Ella sum “talari” vegna starv mítt, sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Hetta var áðrenn eg bleiv landsstýriskvinna.
Eg kenni fleiri av tykkum, og fleiri av tykkum kenna meg. Hetta er mítt felag, her kenni eg meg heima 😊
Eg var rættuliga ung, tá eg leitaði mær út um landoddarnar, við einum dreymi um, at eg skuldi hava mær eina útbúgving, – eina útbúgving ……………. sum laborantur ! Ídnaðarlaborantur enntá !
Tá eg hugsi afturá um hví júst hetta, íðnaðarlaborantur …… so komi eg ofta til, at tað má hava verið tað trygga valið …… so eg kundi venda heimaftur til Fuglafjarðar og allarhelst tryggja mær arbeiði á lokala Havsbrún.
Onkusvegna, so var ikki leingi hjá mær at finna út av, at hetta ikki var nakað fyri meg. Tað var okkurt heilt annað – og eg valdi at fara undir útbúgvingina sum heilsuhjálpari, sum tá var ein rættuliga nýggj útbúgving, – og á hendan hátt kom eg inni á røktarøkið at virka.
Hetta at skapa relatiónirnar og at gera ein mun við at brúka seg sjálva og fakligan kunnleika. Tað var tað sum kom at geva virði og meining fyri meg.
Eina tíð kom eg at starvast sum heimahjálp á Vesturbrúgv í Kjøbinhavn, sum í nógvar mátar var so nógv annarleiðis enn mítt upphav. Her hitti eg lagnur, sum á ymsan hátt komu at seta lívið í perspektiv. Frú Jensen var ein eldri kona, sum eg kom at vera heimahjálp hjá.
Hon var góð at hjálpa mær við at styrkja tær relationellu kompetansurnar. Henni dámdi væl at greiða frá og var eisini forvitin at vita um meg og mítt. Eg kom at fortelja henni um mínar tankar at fara at læra til sjúkrarøktarfrøðing. Hetta dámdi henni væl. Hon eggjaði mær til, stuðlaði undir og fann fram eina ell gamla bók – eina bók um
“Sygepleje”, sum hon gav mær til ognar.
Hon hevði sjálv gingið á sjúkrarøktarskúla sum heilt ung. Tað hevði verið hennara dreymur. Hon var tó komin soleiðis fyri, at hon noyddist at giftast …. og tá varð hon koyrd úr skúlanum. Hann var bara fyri ógiftar kvinnur. Hon misti møguleikan. – Eg fekk møguleikan!
Bókina eigi eg enn. Hetta var fyrsta danska bókin um sjúkrarøkt. Hon er eisini eitt tekin um, at sjúkrarøktin hevur ment seg nógv, síðani frú Jensen var ung.
…………..
Eg havi á míni starvsleið havt fleiri ymsar leiklutir. Onkursvegna er tað tó framvegis hetta at skapa relatiónir og at gera mun, sum er nakað rættuliga grundleggjandi.
Eg havi starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og seinastu árini sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.
Eg havi undirvíst í leiðslu. Eitt skifti havi eg eisini arbeitt sum konsulentur í heilsuverkinum í Grønlandi. Og eg havi starvast sum fulltrúi og virkandi deildarstjóri í Heilsumálaráðnum.
At vera politikari og landsstýriskvinna er nýtt fyri meg.
Við míni bakgrund og starvsroyndum havi eg eina stóra vitan um heilsuøki, sum eg kann taka við mær, og brúka í mínum nýggja leikluti sum landsstýriskvinna.
Sum við so mongum, eru tað allarhelst bæði fyrimunir og vansar við at kenna økið ella partar av økinum væl. Men higartil haldi eg sjálv, tað hava verið flest fyrimunir.
Eg havi verið aktiv í politiskum arbeiði – handan leiktjøldini – í mong ár. Fyri meg var tað tó eitt stórt stig at lata meg stilla upp og trína út á tann almenna politiska pallin. Tað var als ikki lætt, fyri at siga tað milt. At síggja andlitið á mær sjálvari á øðrumhvørjum lyktapela, á mongu lýsingarskermunum kring landið og hyggja upp á meg sjálva, tá eg fór inn á talgildu miðlarnar. Fyri ikki at tala um avbjóðingina at standa ymsastaðni og dyrgja eftir atkvøðum.
Men tað bar so á mál …… og nú skal eg skapa nýggjar relatiónir og gera mun – á ein annan hátt.
Eg havi lært ótrúliga nógv hesa lutfalsliga stuttu tíðina, síðan eg gjørdi av at stilla upp til løgtingsvalið. Eisini seinastu slakar tríggjar mánaðirnar, síðan eg varð tilnevnd landsstýriskvinna.
Sjúkrarøktaryrkið og heimsmál 3
Góð heilsa og vælferð er eitt av ST heimsmálunum fyri burðardyggari menning.
Tað er heimsmál nummar 3 – At tryggja øllum eitt heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.
Er hetta ikki tað sjúkrarøktaryrkið altíð hevur arbeitt fyri?
Líka síðan, áðrenn tað bleiv eitt yrki, tá “kvinnur” – hetta er jú eitt kvinnuyrki 😉 – tóku sær av at røkta tey sjúku og særdu.
Á tiltakinum í Fuglafirði á kvinnudegnum í ár, mátti Óluva í Gong, forkvinna, eisini ásanna, at sjúkrarøkt framvegis er eitt kvinnuyrki. Hon kundi jú eisini bara staðfesta, at í Føroyum eru tað einans 4 út av 1200 limum, sum eru menn.
Tað var eisini eitt kvinnufak, tá frú Jensen var ung ……. men tá var kravt, at man ikki eisini brúkti tíðina til annað, men ognaði seg til fakið …… kallið.
Men lat okkum verða stoltar av, at tað er eitt kvinnuyrki og lat okkum dyrka styrkina í tí.
Hóast, eg má so siga, so kann eg viðhvørt illneitast á, at vit málsliga hava fingið gjørt okkara fakheiti til, at vit eru ein sjúkrarøktarfrøðingur – ein hann!. Júst sum eg formliga eri vorðin ein maður – landsstýrismaður!
…………
Sjúkrarøktarfrøðiliga økið og heilsuøkið sum heild, eru í støðugari menning. Tað hevur sjálvsagt eisini við sær, at skipanir framhaldandi verða broyttar og tillagaðar, nýggj tiltøk verða sett í verk og so framvegis – alt hetta fyri at fylgja við menningini.
Tá ið broytingar verða framdar ella nýggjar skipanir settar í verk, eru tvey aðalmál at geva gætur:
• Endamálið við broytingum vit gera, má vera, at fólk fáa eina betri tænastu.
• Samstundis mugu vit eisini tryggja, at nýggjar og broyttar skipanir liva upp til øll neyðug faklig krøv og standardir.
Tí er tað alneyðugt at fakførleikin altíð er við, tá ið skipanir og tænastur innan okkara økið skulu mennast og broytast.
Sjúkrarøktarfrøðingar hava eisini ein fakligan stoltleika, umframt at sjúkrarøktarfrøðingar eru heilsustarvsfólk við løggilding. Tað hevur við sær ávís krøv og ávísar skyldur.
Talið av fólki, ið tørva sjúkrarøkt økist
Vit vita øll væl, at fólkasamansetingin komandi árini broytist, og tíbetur gerast fleiri av okkum eldri og eldri. Hetta hevur so eisini við sær, at tørvurin av ymsum vælferðartænastum, eisini av sjúkrarøkt, fer at økjast markant komandi árini.
Hetta merkir sjálvsagt eisini, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum økist. Hetta hevur politiska skipanin eisini ásannað, við at økja talið av sjúkrarøktarfrøðilesandi á Setrinum.
Tað er eisini at gleðast um, at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði í Føroyum er stórur. Tað er ein fortreyt fyri, at vit fáa fleiri sjúkrarøktarfrøðingar.
Men vit vita eisini, at økta talið av lesandi ikki er nóg mikið til at nøkta tann væntaða tørvin. Vit mugu gera enn fleiri átøk, eins og vit mugu tryggja góðar arbeiðsumstøður, so sjúkrarøktarfrøðingar verða verandi í fakinum og ikki leita sær aðrar vegir.
Vit mugu eisini seta inn at útbúgva fleiri av hinum fakbólkunum, sum arbeiða saman við sjúkrarøktarfrøðingunum, so vit fáa lyft fakliga støðið innan røktina, sum í dag, í alt ov stóran mun, verður álagt ófaklærdum, tí politiska skipanin ikki hevur megnað at tryggja nøktandi nøgd av fakfólki á økinum.
Politiska uppgávan er at skapa karmarnar, og tað er júst tað okkara samgonga hevur sett sær fyri. Fleiri av málunum, sum samgongan hevur sett sær fyri, og sum skulu avgreiðast í hesum samgonguskeiðinum, verða eisini við til at menna og skapa karmarnar fyri starvsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
“Røktarfólk og fakfólk í heilsuverkinum skulu støðugt kunna eftirútbúgva seg”
Í samgonguskjalinum stendur eisini, at “Røktarfólk og fakfólk í heilsuverkinum skulu støðugt kunna eftirútbúgva seg”.
Stórur tørvur er á serútbúnum sjúkrarøktarfrøðingum. Mín ætlan er, at vit í framtíðini kunnu serútbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum. Meira ítøkiliga – eg ynski, saman við viðkomandi fólkum, at farið verður undir at gera eina strategi fyri eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum. –
Eg havi verið á innleiðandi fundi við landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, soleiðis at hetta arbeiðið kann byrja beinanvegin. Eg vil seta fokus á, at menna sjúkrarøktarfakið og tað haldi eg, vit nú gera best við at seta fokus á og fara at styrkja menningina av tí kliniska partinum av fakinum.
Men einki verður gjørt uttan, at tit sjúkrarøktarfrøðingar – og felagið fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar, verða tikin við.
Mín ætlan er sum sagt, at vit í felag, saman við viðkomandi pørtum gera eina útbúgvingarætlan fyri sjúkrarøktarfrøðingar.
……..
Í fjør varð gjørd ein greining av tørvinum á starvsfólkum til vælferðarøkið – eisini til heilsuøkið. Í tilmælinum vóru fleiri uppskot sett fram. Tilmælið kallast “Í góðum hondum”. Hetta eiga vit at blása lív í aftur.
Stutt aftaná, at eg var komin í sessin sum landsstýriskvinna, fekk eg sendandi frá tykkum í felagnum eitt áhugavert tilmælið frá november 2021, sum er gjørt fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og sum kallast – “Skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum við høvuðsdenti á eldraøki og sjúkrarøktarfakligar førleikar”
Í hesum tilmælið eru góðar lýsingar av tænastunum innan primera heilsugeiran og tilmæli um, hvussu burðardyggar heilsutænastur á eldraøkinum skulu skipast, og hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingar skulu hava.
Eg fekk beinanvegin í lag ein fund við tær, sum hava gjørt hetta tilmælið, so tær kundu greiða mær neyvari frá. Hetta tilmælið er sera viðkomandi fyri tað arbeiðið sum eg ætli mær at fara undir.
Heilsupolitikkur orðast og nýskipan av heilsutænastunum í nærumhvørvinum
Tað liggur í kortunum, at vit skulu orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar. Vit skulu leggja langtíðarætlanir við ítøkiligum málum og visiónum fyri heilsuøkið.
Harumframt fara vit at arbeiða við eini nýskipan av heilstænastunum í nærumhvørvinum.
Her eru avbjóðingar, sum vit hava sett okkum fyri at loysa.
Tørvur er á eini nýskipan á økinum. Hendan nýskipan skal fremjast, saman við øllum viðkomandi pørtum – fyri at tryggja sama tænastustøði um alt landið, til øll sum hava tørvin.
Tað er neyðugt at skapa og tryggja eitt betri og annarleiðis samspæl millum sjúkrahúsverkið og tær heilsutænastur, sum fólk skulu hava í teirra nærumhvørvi.
Trýstið á sjúkrahúsverkið fer eisini at vaksa munandi komandi árini og um vit ikki tryggja, at fólk fáa nøktandi tilboð í nærumhvørvinum, so
hoknar Sjúkrahúsverkið undir byrðuni. Hetta er ein av teimum týdningarmiklastu uppgávunum at fáa loyst á heilsuøkinum komandi árini.
Hendan avbjóðingin er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi. Hon er galdandi so gott sum alla staðni. Tí eru eisini onnur, sum hava boð upp á loysnir.
WHO, alheims heilsustovnurin hjá ST, saman við OECD, vælkenda Organisatiónin fyri fíggjarligt samstarv og menning, hava víst á og mælt til, at sjúkrarøktarfrøðingar eru avgerandi fyri loysnina, og at hetta kann gerast við útbúgving av Advanced Practice Nurses, APN, og geva hesum uppgávur og heimildir, sum eru víðari enn tær vit kenna í dag. Í fleiri londum verður hetta gjørt við góðum royndum og úrslitum.
Tað er mín greiða fatan, at hetta eisini er vegurin vit eiga at fara og nakað, sum eg fari at arbeiða fyri.
Fyribyrgjan/fólkaheilsa
Tá vit tosa um heilsutænastur, so er eisini umráðandi, at vit hugsa um fyribyrgjandi átøk fyri at bøta um bæði likamligu og sálarligu heilsuna – fólkaheilsuna. Tað er eisini ein av umráðandi uppgávunum, sum sjúkrarøktarfrøðingar við síni fakligu útbúgving hava førleikar til at átaka sær. Og eisini í stóran mun hava sum part av sínum kliniska
virksemi. Bøtan av fólkaheilsuni er eisini eitt av okkara politisku málum.
Sjúkrarøktarfakliga røddin
Tað er mær ein fragd at síggja so nógvar sjúkrarøktarfrøðingar samlaðar her í dag – at tit standa saman um felagið og fakið.
Eg veit tað megnararbeiðið tit gera hvønn einasta dag í árinum, allan sólarringin. Tit gera tað í stillum. Kanska alt ov stillum. Viðhvørt sakni eg tykkara fakligu rødd í mun til heilsufakligar spurningar, sum stinga seg upp í samfelagnum.
Í hesi vikuni, kom í Danmark út ein áhugaverd bók, sum kallast “Et sundhedsvæsen for fremtiden” við undirheitinum “Sygeplejersker viser vejen”.
Hetta er ein bók, har 20 sjúkrarøktarfrøðingar koma við realistiskum boðum uppá, hvussu vit kunnu loysa nakrar av teimum størstu avbjóðingunum, sum okkara heilsuverk stendur yvir fyri, nú og í framtíðini.
Innihaldið er annarleiðis enn í bókini eg fekk frá frú Jensen á sinni. Tað eru eini 120 ár ímillum útgávurnar. Men tær snúgva seg um uppgávurnar, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava. Fyrr, mest í mun til einstaka sjúklingin, men við fakligu menningini, snýr tað seg eisini nú um týdningin í samfelagnum sum heild.
Tað er eftir mínum tykki serstakliga umráðandi, at sjúkrarøktarfrøðingar eisini hava eina týðiliga rødd í skapanini av okkara framtíðar heilsuverkið. Tað er hendan bókin eitt sera gott íkast til. Eitt dømi hjá okkum er júst tað, sum eg nevndi í áðni. Hetta tilmælið, sum nakrir sjúkrarøktarfrøðingar gjørdu fyri Felagið Føroyskir.
Sjúkrarøktarfrøðingar, um “Skipan av dygdargóðum heilsutænastum innan primera heilsugeiran og tilmæli um hvussu burðardyggar heilsutænastur á eldraøkinum skulu skipast, og hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingar skulu hava”.
Vit eru eitt lítið samfelag og hava ikki nógvar ymiskar instansir, har sjúkrarøktarfrøði er snúningsásin ella sum tosa “fakið”. Tí hevur felagið eisini eina stóra uppgávu, umframt at verða fakfelagið, sum skal berjast fyri betri arbeiðsviðurskiftum, løn og líknandi viðurskiftum.
Í Danmark, til dømis, er tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum so mikið stórur á fleiri økjum, at hesin avleiddi mangulin forðar fyri at partar av sjúkrahúsverkinum kunnu rekast optimalt og summastaðni verður virksemið avlýst ella sett niður í ferð av hesum orsøkum.
Tað eru nógvar orsøkir til, at so er vorðið. Men ein av hesum orsøkum er allarhelst, at sjúkrarøktarfrøðingar sjálvir eru komnir til at tosa “fakið” niður, vegna arbeiðsumstøður, løn og líknandi, og tí koma at viðvirka til, at fólk velja “fakið” frá, – og tá so er, so kann tað gerast trupult hjá teimum, sum hóast alt starvast í fakinum.
Tað er í lagi at man kann verða ónøgdur um mangt og hvat, og skal arbeiða við at bøta um umstøðurnar. Rætt er tað, men vit mugu alla tíðina ansa eftir at halda fakliga partin í húnar hátt og halda fast í stoltleikan at vera sjúkrarøktarfrøðingur.
Góðu tit, eg kundi so væl hugsað mær, eisini at hoyrt tykkara fakligu rødd – tit hava havt framíhjá rættin, at tit hava tilognað tykkum eina fantastiska útbúgving og harvið ein serkunnleika, ið skal miðlast í samfelagnum. Tit hava førleikan og harvið eisini pliktina ella ábyrgdina til at miðla fakið breitt.
Styttri arbeiðsviku
Aftaná aðalfundin í fjør kom á heimasíðuni hjá tykkum ein áheitan á politisku skipanina, um at fáa stytt arbeiðsvikuna, tí hetta var ein fortreyt fyri at fáa alt at hanga saman.
Hetta er eisini eitt av málunum í samgonguskjalinum. Vit arbeiða við at skipa hetta, sum eina stigvísa stytting niður í 37 tímar – ikki heilt ta stytting tit høvdu mælt til, men eitt munandi stig.
Eitt slíkt stig er ein partur av okkara stremban eftir at bøta um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum. Innan heilsuverkið, sum er tykkara arbeiðsfelt, er tað av alstórum týdningi, at arbeiðsviðurskiftini eru nøktandi, og vit eiga alla tíðina at arbeiða fyri at skapa batar og trygg viðurskifti. Tað hevur týdning fyri øll, sum arbeiða á økinum, og tað at hava trygg arbeiðsviðurskifti, hevur sera stóran týdning fyri tey, vit skulu veita linna og røkt. Vit vita í dag nógv um, at sjúklingatrygdin hongur neyvt saman við arbeiðsviðurskiftunum hjá teimum, sum skulu veita viðgerð og røkt.
Mentala heilsan og tann sálarligi tryggleikin á arbeiðsplássum okkara í heilsuverkinum, liggur mær nær.
Hetta hugtakið, sálarligur tryggleiki á arbeiðsplássinum, er knýtt at Amy Edmondson, sum er professari á Harvard Business School. Tað var hon, sum í 1999 kom við hesum hugtakinum,”sálarligur tryggleiki” aftaná eina granskingarverkætlan, sum hevði sett sjóneykuna á medinineringsfeilir í heilsuverkinum.
Her uppdagaði hon, at tey arbeiðstoymini, sum virkaðu best og gjørdu tað besta arbeiðið, vóru tey, sum fráboðaðu flestar medisineringsfeilir. Tá hugt var eftir hesum, vísti tað seg, at hesi ikki høvdu fleiri feilir enn onnur – men teirra eyðkenni var, at tey, sum vóru í hesum toymunum, høvdu stórt álit á hvørjum øðrum og virðing fyri hvørjum øðrum, – nakað sum gjørdi, at tey vóru trygg við at tosa saman um teir feilir, sum tey gjørdu.
Tá sálarligi tryggleikin er stórur, eru starvsfólkini betri til at menna hugskot hjá hvørjum øðrum og gera eitt betri arbeiði – til gangs fyri sjúklingarnar, sum fáa eina betri tænastu og til gagns fyri starvsfólkini, sum trívast betri.
Skulu vit arbeiða við at betra um viðurskiftini, so er neyðugt at vit eisini kunnu siga frá, um tað sum ikki riggar, sum tað skal. At tora at siga frá á ein hátt, har man fær virðing og verður hoyrd.
Ikki at skræða seg ella brokka seg um tað, sum hini ikki gera gott nokk, men hava dirvi til eisini at hyggja inneftir, og kunna geva neyðuga íkastið til at skapa betranir.
Hetta hongur eisini neyvt saman við hugtakinum “sjúklingatrygd”, sum í stuttum snýr seg um at fyribyrgja at tað henda feilir og skaðar, tá fólk fáa viðgerð ella á annan hátt eru í samband við heilsuverkið.
Tað er umráðandi at heilsuverkið arbeiðir systematiskt við at betra um sjúklingatrygdina, og tað gera vit við millum annað at boða frá ótilætlaðum hendingum, læra av hesum og fyribyrgja at tær henda aftur. At vit hava mannagongdir og skipanir, sum fyribyrgja og fanga ótilætlaðar hendingar, áðrenn tær gera skaða. Hetta mugu vit gera við at hava eina mentan á okkara arbeiðsplássum, har man kann tosa opið um hetta og læra av tí. Vit skulu eisini hava sjúklingar og avvarðandi við sum samstarvsfelagar.
At arbeiða við sjúklingatrygd, snýr seg ikki um at leggja skyldina á ávísar persónar, men at læra av ótilætlaðum hendingum og gera skipanir, sum minka um vandan fyri at tað hendir aftur.
Men sjúklingatrygd snýr seg eisini um at læra av tí, sum gongur væl. At vit eisini tora at hyggja at, hví tað gongur væl hjá okkum sjálvum ella hjá øðrum, sum arbeiða í heilsuverkinum, – og ikki verða smæðin við at deila okkara royndir og at taka við læru av øðrum, sum gera tað betri enn
vit.
Tað er soleiðis, at vit kunnu skapa betranir í heilsuverkinum. Tað er okkara simpla plikt alla tíðina at virka fyri at tað verður gjørt. Vit eiga øll ein leiklut í tí strembanini. Summi í beinleiðis sambandinum við sjúklingarnar, onnur sum leiðarar av bólkum og av arbeiðsplássum og vit onnur sum tey, sum skulu skapa karmarnar fyri okkara samlaða heilsuverk.
Frú Jensen eggjaði mær til at velja sjúkrarøktina sum mítt fakøki, og gjøgnum stovuvindeyga á fimta sali, kundu vit skoða út í ein krók av verðini, sum var mær ókendur, men onkusvegna var hetta eisini ein læring um at fara við opnum eygum og opnum sinni út í lívið, taka av møguleikanum tá hann kemur og verða við til at gera mun.
Góðu tit.
Tit gera mun. Sum myndugleiki kunnu vit ikki virðismeta nóg høgt tað arbeiði, sum tit gera í okkara samfelagi.
Takk fyri tað. Tit skulu fáa eitt herðaklapp frá mær.
Eg fari at gera mítt til, at fakið alsamt kann mennast her hjá okkum og at virðingin økist.
Eg vóni og vænti, at eg fari at gera mun.
Fari at ynskja tykkum ein framhaldandi góðan aðalfund í dag – og gleði meg til løtuna saman við tykkum í kvøld.
Takk fyri !