Í samband við uppskotið um nýggja fosturtøkulóg, hevur kjak tikið seg upp fyri og í móti eini undantøkuáseting í lógini. Ásetingin skal loyva heilsustarvsfólki at nokta at fremja ella luttaka í fosturtøku vegna trúarligar ella moralskar sannføringar. Summi halda tað verða sjálvsagt og ein menniskjarættur, meðan onnur halda ikki tað kann verða rætt, at heilsustarvsfólk skulu sleppa at velja ávísar viðgerðir frá. Sum í sjálvum fosturtøkuspurninginum, er fráfaringarstøði fyri hesar báðar hugburðir fullkomiliga hvør sítt.
Í kjalarvørrinum av hesum kjakinum, vilja vit í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum gera eina roynd at lýsa grundgevingar fyri og ímóti hesi áseting.
Skrivið skal á ongan hátt fatast sum ein fullfíggjaður listi av grundgevingum, men heldur ein roynd hjá okkum at geva okkara íkast til at lýsa ein part av knortluta landslagnum hesum viðvíkjandi. Meiningarnar eru nógvar í almenna rúminum, men grundgevingarnar fylgja ikki altíð við. Tí hava vit leita okkum fram nakrar av teimum mest kendu grundgevingunum fyri og í móti undantøkuásetingini. Hesar kunnu sjálvandi dýpast nógv meira, enn tann tekstur, vit velja at skriva her, men kann allíkavæl vónandi virka sum eitt lítið yvirlit við essensinum av viðkomandi grundgevingum.
Ein undantøkuáseting virðir rættin hjá heilsustarvsfólki til at virka samsvarandi persónligar sannføringar og samvitsku. Við ásetingini fylgir ein viðurkenning av, at heilsustarvsfólk kunnu hava etiskar ella trúarsannføringar, sum gera tað trupult ella ógjørligt hjá teimum at fremja ella luttaka í fosturtøku. Undantøkuásetingin er soleiðis í veruleikanum ein roynd at taka atlit til so nógv sum gjørligt í trupla málinum um fosturtøku. Um fosturtøkulógin varð skrúvað saman soleiðis, at hon tekur fult undir við teimum, sum eru fyri fosturtøku, ella fult undir við teimum, sum eru ímóti, var ikki neyðugt við eini áseting. Í fyrra førinum, tí um tað er greitt, at talan “bara” er um eitt heilsutilboð sum øll onnur, er samvitskubit fullkomiliga burturvið og ásetingin tí óneyðug. Í seinna førinum er hon óneyðug, tí tá vildi man ikki komi í støðuna, eftirsum ongin fosturtøka vildi verið framd.
Tað skerst tó ikki burtur, at sjálvt tað at seta eina slíka áseting í lógina, í sjálvum sær er ikki so líka til. Niðanfyri er ein stutt frágreiðing um nakrar av teimum mest týðandi grundgevingunum í samband við undantøkuásetingina.
Grundgevingar fyri undantøkuáseting:
1. Plikt til at virka samsvarandi egnu sannføringar: Heilsustarvsfólk hava eina moralska plikt til at virka samsvarandi egnari samvitsku og sannføring. At noyða heilsustarvsfólk til at útinna ella luttaka í fosturtøku, sum tey eru fullkomiliga ósamd í, kann føra til moralska strongd.
2. Yrkisautonomi og -integritetur: Um heilsustarvsfólk ikki hava møguleika fyri at taka avgerðir, sum samsvara við teirra trúarsannføring ella etisk virðir, ger man seg inn á teirra sjálvsavgerðarrætt. Undantøkuásetingin kann harafturat styrkja teirra yrkisintegritet, sum aftur hevur við sær, at tey kenna seg at verða vird og stuðlað í sínum yrki. Hetta er við til at tryggja, at tey kunnu varðveita sína sálarligu og moralsku vælferð og vælveru.
3. Prinsippið um autonomi: Virðingin fyri persónligari autonomi vísir til virði at viðurkenna og virða rættin hjá einstaklingum til at taka avgerðir um sítt egna lív og handlingar, grundað á egin virðir, sannføringar og ynski. Heilsustarvsfólk eru fakfólk við egnum persónligum virðum, moralskum sannføringum og etiskum leiðreglum. Hesi kunnu fevna um trúarligar, mentanarligar ella persónligar sannføringar, sum kunnu ávirka teirra hugburð til fosturtøku.
4. Virðing fyri pluralismu og ymisleika: Virðing fyri pluralismu og ymisleika í samfelagnum er týdningarmikil. Heilsustarvsfólk kunnu hava ymiskar mentanarligar, trúarligar og moralskar grundfatanir, sum ávirka teirra áskoðan á fosturtøku. Virðing fyri og atlit til hetta margfeldi er týdningarmikið fyri at varðveita eitt rættvíst og inkluderandi samfelag.
5. Javnvág millum rættindi: Undantøkuásetingin kann geva eina javnvág millum rættindini hjá heilsustarvsfólki og hjá kvinnuni, sum skal hava framt fosturtøku. Við at geva heilsustarvsfólki møguleika fyri at søkja um undantøku av samvitskuorsøkum, verður tryggjað, at tey ikki verða noydd til at virka ímóti persónligum sannføringum, samstundis sum at kvinnurnar fáa atgongd til neyðugar heilsutænastur í samband við fosturtøku.
Hetta seinasta eru tað tó nøkur, sum halda kann verða trupult í einum lítlum samfelagi sum okkara, tí hópurin at taka av, er ikki so stórur. Í álitinum frá Rættarnevndini førir ein av trimum minnilutabólkum tó fram, at tá fosturtøka er eitt heilsutilboð á jøvnum fóti við onnur heilsutilboð, skal heilsuverkið altíð tryggja, at neyðuga tilfeingið er til staðar.
Grundgevingar ímóti undantøkuáseting:
1. Rætturin til heilsutilboð: Ein grundgeving í móti undantøkuásetingini er, at hon kann máa støði undan rættinum hjá kvinnum til at fáa eina trygga fosturtøku. Allir borgarar hava rætt til at fáa tað heilsurøkt, sum teimum tørvar, og undantøkuásetingin kann seta óneyðugar forðingar hjá kvinnum til lógligar heilsutænastur.
2. Møgulig diskriminatión og ójavni: Tá heilsustarvsfólk nokta at útinna ella luttaka við fosturtøku, diskriminerar tað ein ávísan sjúklingabólk. Javnbjóðis atgongd til øll heilsutilboð er eitt berandi samfelagsvirði, og tí er tað at gera seg inn á hetta týdningarmikla virði, at nokta at hjálpa einum ávísum bólki av fólki, sum søkja sær lógliga hjálp frá heilsuverkinum.
3.Yrkislig ábyrgd og plikt: Heilsustarvsfólk eru pliktað til at veita neyðugu viðgerðina, sum fólk leita sær hjálp fyri, óansæð persónligar sannføringar. Við at nokta at útinna ella at luttaka við fosturtøku, vanrøkja heilsustarvsfólk sína professionellu ábyrgd og plikt til at virka til gagns fyri sjúklingin, umframt at leggja til eina ójavna atgongd til heilsuverkið.
4. Yrkisligur integritetur og óheftni: Heilsustarvsfólk eiga at varðveita ein ávísan neutraliteti og objektiviteti í sínum virki og eiga at lata verða við at lata persónligar sannføringar ávirka teirra professionella virki. Undantøkuásetingin kann máa støði undan professionella integritetinum, við at loyva heilsustarvsfólki at nokta at útinna ella luttaka við fosturtøku, grundað á persónligar sannføringar.
5. Møgulig misnýtsla: Summi eru bangin fyri, at tað er trupult at halda undantøkuásetingina, til bara at fevna um fosturtøkur, men at grundgevingar fyri ásetingina kunnu misbrúkast til eisini at fevna um aðrar sjúklingar ella sjúklingabólkar, t.d. sjúklingar, sum sambært sannføringum hjá starvsfólki, hava ein ómoralskan levnað.
Grundstøði undir grundgevingunum eru sostatt púra hvør sínar. Grundgevingarnar fyri undantøkuásetingini leggja dent á at virða samvitsku og autonomi hjá heilsustarvsfólki, meðan argumentini ímóti undantøkuásetingini leggja dent á at tryggja javnbjóðis atgongd til heilsutilboð og professionellan neutralitet.
At fáa eitt upplýst orðaskifti er týdningarmikið fyri at tryggja, at avgerðir, sum verða tiknar, eru væl grundaðar og virða bæði rættindi og etisku fyrilitini hjá øllum pørtum. Vit vóna, at hendan frágreiðing kann geva eitt yvirlit yvir hesi ymisku sjónarmið og stuðla upp undir eitt siðiligt kjak, eisini aftaná, at avgerðin er tikin.