Viðtøkubroytingarnar frá 25 januar 2023 hava við sær, at SER verður fólkað við 7 limum. Ongin varalimur verður valdur.
Setan er óbroytt, t.v.s. fýra ár. Tó so, mugu vit í broytingarfasuni lata ta einu setuna verða í tvey ár.
Hetta merkir, at til FFS aðalfundin komandi standa
- Tríggir limir fyri vali í setu á fýra ár
- Ein limur stendur fyri vali í setu á tvey ár
Sambært nýggju viðtøkunum, er freistin fyri at stilla upp sett at verða hin 1 februar kl 16. Men av tí at skotbrái er so stutt hesuferð, fer at bera til at stilla upp heilt til og annars á aðalfundinum.
Vit vóna tó, at tey sum stilla upp, vilja skriva okkum ein teldupost, stílað til Janu Mortensen, forkvinnu, á etikkur@sjukrarokt og í stuttum greiða frá, hví viðkomandi vil stilla upp til Ráðið og um okkurt er, sum viðkomandi serliga vil leggja dent á, at arbeiða fyri ella við.
Ofta Settir Spurningar í samband við val av nýggjum Ráðslimi:
Hvat gera tit í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum?
Arbeiðið er ógvuliga fjøltáttað, men yvirskipaði uppgávusetningurin er
- At varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
- At vegleiða um etisk ivamál, sum limir og/ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið.
Tað er so upp til Ráðið sjálvt at avgera, hvussu tann uppgávan verður loyst best. Arbeiðið verður nógv myndað av tí strategi, sum Ráðið leggur sær fyri hvørt árið. Hendan kann t.d. verða myndað av ynskjum frá limunum, út frá samstarvi við t.d. áhugafeløgini og onnur ella tí sum rørir seg samfelagsliga
Hvussu ofta eru fundir
Sambært viðtøkunum, skulu fundir verða minst 4 ferðir árliga, men vit hittast væl meira enn tað. Fast liggur, at vit hittast minst einaferð um mánaðin (tó ikki í juli og desember) og uppundir tiltøk kann henda, at tað verður oftari. Vit samskifta eisini millum fundirnar. Tá tað yvirhøvur ber til, liggja fundirnir frá kl 13. 00 til 15.30, men av tí at ráðslimirnir arbeiða vanligt arbeiði, mugu tíðirnar viðhvørt flytast til seinni út á seinnapartin. Vit hittast sjáldan um kvøldið, tó at tað hendingaferð kann koma fyri.
Vit royna at planleggja fundir fyri minst hálvt ár í senn og minst tríggjar mánaðar frammanundan, at fyrra avtalurøðin er av, fyri at tryggja best møguligu karmarnar fyri, at arbeiðslistin hjá ráðslimunum, kann leggjast við atliti til fundirnar.
Fær man løn fyri arbeiðið?
Arbeiðið er sjálvboðið og uttan løn.
Hvør kann stilla upp til val?
Valevni skal verða útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við minst tvey ára arbeiðsroyndum í starvi sum sjúkrarøktarfrøðingur. Valevni má ikki hava aðrar álitissessir í FFS.