– At Rætturin vísti sakamálið um starvssetanin í Økistænastuni í Sandoy frá sær, merkir ikki, at vit hava tapt. Tvørturímóti var grundgevingin hjá Rættinum fyri ikki at viðgera málið, at Umboðsmaðurin longu greitt hevur staðfest, at Stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu breyt fyrisitngarlógina.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingum, nú Føroya Rættur hósdagin avgjørdi at vísa sakarmálið frá sær.
Rætturin sigur seg ikki kunna leggja seg út í, at Stýrið ikki fylgir Umboðsmanninum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ætlaði at fáa Rættin at taka støðu til, um Stýrið fyri Økistænastuna í Sandoynni hevði fylgt fyrisitingarlógini, tá Stýrið setti leiðara. Tað vildi Føroya Rættur ikki. Umframt at vísa til støðuna hjá Umboðsmanningum, so segði rætturin eisini, at Rætturin metti ikki, at ein dómur hevði broytt setanina.
Bæði landsstýriskvinnan í kommunumálum og Umboðsmaðurin funnust at setanini, tí stýrið í grundgevingum og fráboðanum ikki hevði fylgt fyrisitingarlógini.
– Vit høvdu vónað, at Føroya Rættur kundi døma Stýrið til at halda landsins lógir, men tað vildi rætturin eftir øllum at døma ikki, sjálvt um tað er staðfest at lógin er brotin, sigur Óluva í Gong.
Felagið Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingar fanst eisini at, at setti leiðarin ikki hevði fakligan førleika afturímóti tveimum limum í felagnum. Og Umboðsmaðurin staðfesti eisini, at stýrið ikki hevði sett best egnaða umsøkjara.
– Vit halda ikki, at vita hava tapt, tí Føroya Rættur vísir málinum frá sær, og vit ætla ikki, at einki meiri skal henda, sigur Óluva í Gong.
Landsstýriskvinnan í kommunumálum segði, at hon ikki hevði myndugleika at sekta Stýrið fyri ikki at fylgja fyrisitingarlógini. Landsstýriskvinnan segði, at hon hevði ikki eftirlit við kommunalum samstørvum.
.- Fyri at læra av hesum halda vit, at krøv skulu setast í lógini um eldrarøkt um, hvørjar fakligar førleikar leiðarar skulu hava. Vit halda eisini, at økistænasturnar eiga at hava ein fakliga kvalifiseraðan setanarbólk, tá leiðarar skulu setast, sigur Óluva í Gong.
– Vit heita eisini á landsstýriskvinnuna í kommunumálum um at bera so í bandi, at onkur myndugleiki er, sum hevur eftirlit við kommunalum samstørvum, sum kommunalu eldraøkjunum, sigur Óluva í Gong.