Í ár søktu 90 fólk inn á sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum, men pláss verður bara fyri 30 á útbúgvingini.
– Hetta er sjálvandi spell, tá vit samstundis hava eggjað ungum at søkja inn til lestur í Føroyum, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felaganum Føroyskir Sjúkratrøktarfrøðingar.
Samstundis ber tó til at fegnast um, at talið á plássum er hækkað upp í 30.
Orsøkin til, at talið á plássum at lesa sjúkrarøktarfrøði ikki er hækkað fyrr, er, at tað ikki hava verið nóg nógv praktikkpláss.
Hetta verður broytt nú, tí Heilsumálaráðið hevur sett pening av til at seta ein kliniskan útbúgvingarleiðara, sum skal leggja til rættis og røkja klinisku útbúgvingina hjá teimum lesandi í samstarvi við kliniskar vegleiðarar á Fróðskaparsetrinum og á sjúkrahúsunum.
Starvið er lýst leyst og freistin at søkja er 15. juli.
Starvslýsingin eftir klinskum útbúgvingarleiðara kann lesast her.
Umsóknartølini til útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum kunnu lesast her.