Í dag hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hitt semingsmannin. Enn sum áður eru vit sinnaði at fara aftur til samráðingarborðið, um Fíggjarmálaráðið sleppur ófrávíkiliga kravinum, um ikki at samráðast um lønarkarmin.
Tíverri máttu vit staðfesta, at Fíggjarmálaráðið støðugt avvísur samráðingar.
Seinastu dagarnar hevur Fíggjamálaráðið ferð eftir ferð boðað frá, at karmurin hjá Starvsmannafelagnum er ófrávíkiligur, tí samráðingar um løn við ymisku fakfeløgini høvdu elvt til ruðuleika.
Hetta er ein ræðandi útsøgn: Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, ið hevur ábyrgd av lønarlagnum í almenna geiranum, sigur seg als ikki vera føran fyri at røkja sína fremstu uppgávu, ið er at finna semju við ymisku feløgini.
Okkara krav er, at okkara limir fáa somu løn sum aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd. Hetta krav kallar Kristina Háfoss óvanliga høgt. Um kravið er óvanliga høgt, so er munurin eisini óvanliga høgur.
Okkara limir fáa nógv minnið í løn enn aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd. Orsøkin er ongin onnur enn ein søguligur skeivleiki. Vil Fíggjarmálaráðið hava, at vit bara skulu góðtaka henda skeivleika í alla tíð frameftir, tí Lønardeildin ikki megnar veruligar samráðingar?