Fólk tykjast ikki at vera so bangin fyri korona. Tey eru meira ávirkað av, at ongin kemur at vitja, sigur Birgit Berg Danielsen, heimasjúkrarøktarfrøðingur.
Hon er ein av royndastu heimasjúkrarøktarfrøðingunum í landinum. Í skjótt fjøruti ár hevur hon verið á gátt hjá føroyingum, sum hava brúk fyri sjúkrarøkt við hús.
Birgit Berg Danielsen hevur arbeitt sum heimasjúkrarøktarfrøðingur síðan 1983.
Starvsøkið eitur Roðin, og Birgit arbeiðir í løtuni á vestara armi av Skálafjørðinum, har allar bygdirnar eru við. Harumframt eru Rituvík og Æðuvík við. Økið er býtt í trý gerandisdagar, so er ein um kvøldið og í vikuskiftinum í øllum økinum.
Korona-broytingar
Hesin seinasti mánaðurin við koronasmittuni hevur verið ein serlig tíð og hevur elvt til nógvar broytingar, staðfestir Birgit.
Á skrivstovuni, har heimasjúkrarøktarfrøðingarnir hittast um morgnarnar at fyrireika dagsins uppgávur, er meira friðarligt enn vanligt. Færri hittast har, og meira verður fyrireikað umvegis telefon.
Úti hjá brúkarunum verður serliga stórur dentur lagdur á reinførið.
– Nú eru vit von við nógv reinføri í okkara yrki, men í hesum døgum verður eyka væl ansað eftir. Vit spritta nógv, og ansa eftir ikki at koma alt ov nær, sigur Birgit.
Tá tú ert heimasjúkrarøktarfrøðingur slepst tó ikki undan tøttum sambandi við brúkaran.
– Tað umgongst ikki, at vit koma nær, men vit royna at gera so skjótt av, sum vit kunnu.
Fjølbroytt starv
Birgit dámar sera væl starvið sum heimasjúkrarøktarfrøðingur.
– Tú kemur inn í nógv heim, og arbeiðið er sera fjølbroytt. Og so havi eg eisini sera góðar starvsfelagar.
Uppgávurnar eru ymiskar: At geva fólki insulin, sum ikki megna tað sjálvi, eitt nú tí tey eru gloymsk ella sjónin bilar. Sárviðgerð. Skamta heilivág. Pínuviðgerð hjá m.a. krabbameinssjúklingum. Samskipa við palliativa toymið. Og nógvar aðrar uppgávur.
– Vit hava sum oftast eisini fólk undir 67 ár, tá er tað oftani sár, sum kunnu verða drúgv. So er tað tað, at tey eldru ofta hava heimahjálp, sum eisini ganga inn.
Á einari vakt kann hon vitja millum 10 og 18 ymiskar bústaðir. Serliga um vikuskiftið kann hetta vera strævið, tí tá eru tey verri mannað, umframt at Toftir og Runavík eru uppi í vaktini. Eisini vitja heimasjúkrarøktarfrøðingarnir tvey eldrasambýli, eitt á Strondum og eitt á Toftum.
Nógv eru einsamøll
Birgit roynir altíð at geva sær stundir at fáa eitt prát við brúkararnar. Serliga í hesum døgum er stórur tørvur á prátinum, tí nógv eru so sera einsamøll, nú sambandið er skert orsakað av smittuvandanum.
Tey avvarðandi tora illa at vitja av ótta fyri at smitta. Tey keypa inn, og seta innkeypsposan uttanfyri ella inni í gongini og fara so avstað.
Summi síggja sostatt ongan uttan heimasjúkrarøktarfrøðingin í hesum døgum.
Fólk, hon vitjar gjøgnum arbeiðsdagin, tykjast ikki serliga bangin fyri koronasjúkuni. Heldur er tað einsemi, ið plágar tey. Birgit sær, at tey verða meira og meira ávirkað av støðuni.
– Tey halda tað vera so keðiligt, at ongin kann koma inn. Summi eru beinleiðis kedd um, at ongin kann koma at vitja. Onnur halda tað vera keðiligt.
Kaffiprát í frástøðu
Sjálv heldur Birgit, at hetta er ein trupulleiki, sum vit eiga at royna at loysa.
Ein loysn kundi verið, at onkur av teimum avvarðandi, sum dagliga ikki fer so nógv út millum fólk – til dømis onkur sum arbeiðir heimanífrá – tekur sær av at fara á gátt. Bara til eitt lítið prát, seta vørurnar upp á hillina í køkinum ella drekka ein kaffimunn í gongini. Alt í frástøðu sjálvandi.
Hetta hevði lætt munandi um einsemiskensluna hjá mongum, heldur Birgit.
Saknar ommubørnini
Sjálv hevur Birgit ikki tað stóra sosiala lívið í hesum døgum. Sum nógv onnur í heilsuverkinum ansar hon væl eftir ikki at hava ov nógvar sosialar kontaktir. Hetta fyri at avmarka smittuvandan til brúkararnar.
Nógv í nærmastu familjuni hjá Birgit starvast innan heilsuverkið, so tey eru øll tilvitað um at halda frástøðu.
– Tað ringasta er, at eg síggi ikki ommubørnini. Eg siti inni, tá eg havi frí. Bara eg og maðurin.
Tíðin við hús gongur m.a. við at rudda og binda. Birgit saknar tað sosiala lívið og at kunna fara inn á gólvið hjá grannum.
Má síggjast í lønarposanum
At skula avmarka sosiala lívið og at vera í ávísum smittuvanda, eigur at geva eitt ávíst endurgjald. Tað má síggjast á lønini, at sjúkrarøktarfrøðingarnir taka stórar uppgávur á seg.
– Vit eru útsett og kunnu ikki fara heim, sum onnur kunnu. Vit arbeiða um kvøldarnar, næturnar og um vikuskiftini, tá onnur hava frí. Hetta eigur at síggjast aftur til lønarsamráðingarnar, sigur Birgit Berg Danielsen.