– Eg væntaði ikki, at støðan á Landssjúkrahúsinum kundi síggja daprari út enn hon longu ger, men tí verri eri eg farin skeiv.
Hetta sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, eftir tíðindini bórust um, hvussu Landssjúkrahúsið skal spara næsta ár.
– Tað er strævið altíð at rópa varskó, men skulu vit trúgva orðunum hjá landsstýriskvinnuni, so fái eg ikki eyga á nakrar glottar næsta ár, sigur Óluva í Gong.
Játtan røkkur heldur ikki ár
Ætlanin er at játta Landsjúkrahúsinum 441 milliónir krónur, men tað er longu greitt, at upphæddin røkkur ikki til at halda sama tænastustøði, sum í ár.
– Landssjúkrahúsið skal næsta ár spara einar 16 milliónir krónur, sigur Sirið Stenberg sambært in.fo.
Forkvinnan í Sjúkrarøktarfelagnum hevur ilt við at síggja, hvussu hetta fer at lata seg gera.
– Tænasturnar skulu fækkað. Tað má merkja, at til dømis planlagdar skurðviðgerðir mugu bíða, men tað leingir bara um bíðilistan, sigur Óluva í Gong. Longu nú eru nógv tær flestu innleggingar akuttar.
– Tað sær næstan út fyri mær, sum leiðslan ætlar at venda sjúklingunum í hurðini fyri at kunnu spara, sigur Óluva í Gong.
Okkara limir verða standandi
Óluva í Gong skilur ikki, hvat hugsað verður um, tá sagt verður, at heimildirnar at boðsenda fólki til arbeiðis í úrtíð verða avmarkaðar.
– Eg haldi tað vera nassvíst, tí man biður ikki fólk koma til arbeiðis uttan, at tað er neyðugt. Um sjúklingar eru á deildini og krevja røkt og loyvt ikki verður at kalla fólk inn, so veit eg, hvat hendir: Okkara limir verða standandi, tí onkur skal ansa sjúklingunum, sigur Óluva í Gong.
– At Landssjúkrahúsið yvirhøvur hongur saman í dag skulu tey takka okkara limum fyri. Skulu hjálparlæknastørv niðurleggjast, verður byrðan á sjúkrarøktarfrøðingarnar enn størri enn hon er í dag. Hetta eru órímuligar byrður, ið verða lagdar á herðarnar á okkara limum, ið eru til arbeiðis, sigur Óluva í Gong
Hon ivast eisini í, hvussu nógv tað hjálpir at seta pening av til at seta fleiri serlæknar, um landsjúkrahúsið samstundis minkar um tænasturnar og sigur fólki upp.
– Vænti ikki, at nýggir serlæknar tíma at koma til eitt sundursorlað sjúkrahús, sigur Óluva í Gong. Heldur skuldu vit bygt góðar tænastur upp, so tað hevði verið agn fyri nýggjar serlæknar.
Longu í ár hevur Landssjúkrahúsið spart við ikki at seta nýtt fólk, og hetta skal halda fram næsta ár.
– Vit vita av royndum, at tá man ikki setur fólk, so brúkar man tímalønt. Har kann pensjónin sparast í lønini, Men ofta er talan um ung fólk, sum koma í eina sera ringa støðu, tá tey ikki kenna seg trygg í starvinum, sigur Óluva í Gong. Í versta føri kunnu vit vænta, at tey flyta fyri at finna sær trygg størv. Staðfestast kann, at okkara grannar taka við opnum ørmum ímóti føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum.
– Eg fari at heita á Føroya Løgting um at taka hesa støðu í størsta álvara og finna neyðugu játtanina, meðan vit enn hava eitt sjúkrahúsverk, sigur Óluva í Gong.