Eitt spennandi starv sum deildarleiðari fyri Gøtubrá er leyst at søkja. Eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum. Ovara hæddin er røktardeild til 10 borgarar og niðara hæddin hevur pláss til átta borgarar við demens.
Um starvið:
Deildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka. Hetta inniber, at tú hevur dagligu leiðsluna av heiminum og gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini, so hesi kunnu veita eina dygdargóða tænastu.
Sum deildarleiðari verður tú ein partur av leiðslubólkinum og visitatiónsnevndini hjá Nánd.
Normeringar:
Á Gøtubrá eru borgarar við ymiskum og samansettum tørvum. Starvsfólkahópurin umfatar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, køksfólk, reingerðarfólk, umframt tætt samstarv við fysio- og ergoterapeut, sum vitja á heiminum vikuliga.
Á demensdeildini eru trý starvsfólk í dag- og kvøldvakt og ein í náttarvakt. Á røktardeildini eru trý starvsfólk í dagvakt, tvey í kvøldvakt og ein í náttarvakt. Demenssamskipari og kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eru umframt vanligu røktarnormeringina.
Vit ásanna, at fólkasamansetingin í framtíðini krevur, at vit endurskoða og nýhugsa okkara heilsuveitingar og fer Nánd tí at raðfesta endurmenning, har væntað verður, at deildarleiðslan gongur á odda í hesi tilgongdini. Fyri at tryggja hetta, er avgjørt at seta ein parttíðar varadeildarleiðara, sum nýggi deildarleiðarin verður við til at seta.
Førleikakrøv:
- prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- kanst ganga á odda í eini endurmennandi tilgongd
- ert savnandi og hevur evnir at lurta eftir starvsfólkum, búfólkum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og útbúgving innan leiðslu og/ella fakliga vitan um eldri og at eldast.
Vit kunnu bjóða:
- góða innleiðslu
- ein mennandi gerandisdag
- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænasturnar hjá Nánd
- ein lærandi stovn við regluligum undirvísingum og skeiðum
- møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
- gott samstarv í leiðslubólkinum
Setanar- og lønarviðurskifti:
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. mars 2024 ella eftir avtalu. Starvið er fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og FMR/KAF.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við CV v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2024 kl. 12.
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.nand.fo