Aftur í ár velja vit ársins sjúkrarøktarfrøðing.
Tað er gleðiligt at sanna, hvussu nógv uppskot eru innkomin til ársins sjúkrarøktarfrøðing, tí tað vísir í síni heild, hvussu fakliga sterkar vit eru – tað er serstakliga gott, at vit duga at gleðast um okkara starvsfelaga, og at vit tora at seta orð á tær sterku fakligu kvalitetarnar, ið viðkomandi starvsfelagið hevur.
Elin starvast sum varaleiðari á føðideildini.
Tað er eingin annar sjúkrarøktarfrøðingur, sum brennur so nógv fyri at tryggja lív og heilsu hjá minstu borgarunum í Føroyum, nevniliga teimum ov tíðliga føddu-, sjúku og viðgerðarkrevjandi nýføðingunum. Elin er tann, sum stendur á odda fyri, at nevndi bólkurin fær eina góða og trygga byrjan í lívinum, sum er á høgum fakligum støði.
Føðideildini hevur seinastu 2 árini havt nógvar fakligar avbjóðingar, og hetta hevur kravt sera nógv av øllum sjúkrarøktarfrøðingunum á deildini – og ikki minst av Elin, sum varaleiðara. Tað sum sermerkir Elin er, at tá hon upplivir fakligar og kensluligar avbjóðingar í sínum starvi, so megnar hon at halda fakligheitina og sjúkrarøktaryrkið á høgum støði. Á hendan hátt er hon samstundis ein inspirator fyri onnur rundanum seg. Elin er góð til at samstarva mono- og tvørfakliga, og harumframt er hon semjusøkjandi – ein dygd, sum ikki er ein sjálvfylgja, tá ein møtir nógva mótgongd nærum dagliga á einum arbeiðsplássi.
Hon mennir sjúkrarøktaryrkið bæði í teori og praksis, og er fyrimyndarlig fyri aðrir fakbólkar og starvsfelagar.