Tær hava ikki so drúgvar royndir sum álitisumboð, so tær hava havt nógv at seta seg inn í, og tær menna seg áhaldandi.
Tær hugsa nógv um, at tær eru bindiliðið millum felagið og limirnar og bera kunningina frá felagnum aftur til starvsfólkini.
Tær hava ikki øll svar klár beinanvegin, men kanna málið og geva síðani svar. Tær hugsa um og virka út frá, at rættindini hjá starvsfólkunum verða vird, og at alt fer rætt fram. Fyri hetta hava tær uppiborið at verða kosnar ársins álitisumboð 2023