Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipar fyri almennari framløgu um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum við høvuðsdenti á eldraøkið og sjúkrarøktarfakligar førleikar.
Framløgan verður í Smæruni mánadagin 17. januar 2022 kl. 14, og verður stroymd her:
Skrá:
Óluva í Gong, forkvinna, bjóðar vælkomin
Framløga av tilmælinum, ið Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur og master í fólkaheilsuvísind, og Jónvør Christiansen,sjúkrarøktarfrøðingur og master í avanseraðari, kliniskari, geriatriskari sjúkrarøkt hava gjørt út frá altjóða gransking.
Handan av tilmælinum til Sólvit Nolsøe, landsstýrismann í Almannamálum.
Til ber at heinta álitið sum PDF her. (Dagført 18.01.2022)