Í dag kl 14 hittast 350 sjúkrarøktarfrøðingar til aðalfund á Hotel Føroyum. Áðrenn sjálvan aðalfundin fer Jancy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, at halda røðu. Umframt regluligu skránna verður eisini kjak.
Á aðalfundinum í ár verður eisini kunngjørt, hvør verður ársins sjúkrarøktarfrøðingur og ársins álitisfólk fyri 2017.
Formans- og nevndarval hevur verið, og greitt er longu áðrenn aðalfundin, at Óluva í Gong heldur fram sum forkvinna. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali hesuferð, men hvørgin teirra stillaðu upp aftur. Fyri teir eru í nevndina valdar: Sólrun Foldbo og Anja P. Jacobsen. Sum eykalimir eru valdar Vanja Vestergaard og Diana Poulsen Strøm.
Heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð, innskrivingin byrjar kl 13:00