Súsanna Funding vann 1. virðisløn í stuttsøgukappingini við søguni “Stjørnan á himmalhválvinum”
Dómsnevndin sigur soleiðis um søguna: “Vit í dómsnevndini eru á einum máli um, at stuttsøgan á sannførandi og hugkveikjandi hátt lýsir sjúkrarøktarfrøðingin bæði sum fakpersón og menniskja í eini sera truplari støðu. Hon signalerar ein fakligan stoltleika, eina tilvitan um at vilja gera mun, og letur dyrnar upp til hvussu tað er at arbeiða við fólki í eini sorgartilgongd. “Ábyrgdin er stór og menniskjan lítil,” sigur sjúkrarøktarfrøðingurin móti endanum á hesi søguni, sum lovar lesarunum við inn í ta empatisku kjarnu, sum sermerkir yrkið. Samanumtikið ein djørv og heilskapað søga um at standa í myrkrinum og vera sterk.”
Vanja Klein Olsen vann 2. virðisløn við stuttsøguni “Novisan”.
Um søguna sigur domsnevndin: “Ein livandi og ekta frásøgn um gerandislívið sum sjúkrarøktarfrøðingur og mamma. Tað at søgan er býtt upp í dag-, kvøld- og náttarvakt, gevur lesaranum eina sterka kenslu av, hvørjar avbjóðingar liggja í hvørjari vakt sær, umframt hvørja ávirkan trískiftisvaktir, sum heild, hava á familjulívið. Eisini er alstóri týdningurin av samstarvi og reflektión væl og gjølliga lýstur. Tann nýútbúna hevur ein dugnaligan og nærverandi vegleiðara at stuðla seg til, og tað ger allan munin.”