Verkætlan játtað
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur, í samstarvi við Súsannu Olafsdóttir Skaale og Anniku Helgadóttir Davidsen, fingið pening frá Granskingarráðnum til granskingarverkætlanina: ”kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki” Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór. Gransking vísir, at hesi starvsfólk, í størri mun enn onnur, eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út…