Yrkisetisku leiðreglurnar
Yrkisetiskar leiðreglur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, samtyktar á aðalfundi 2021
Innleiðandi viðmerkingar til “Yrkisetiskar leiðreglur”
fyri sjúkrarøktarfrøðingar mars 2014, dagførdar 29.09.2020, góðkendar á aðalfundi 12 mai 2021
Sjúkrarøktaretiska Ráðið endurskoðar yrkisetisku leiðreglurnar 3. hvørt ár fyri at meta um tørvin á møguligum dagføringum.
Tær dagførdu leiðreglurnar víkja ikki stórvegis frá teimum undanfarnu. Hóast Sjúkrarøktaretiska Ráðið hevur lagt seg eftir at einfalda tekstin, er innihaldið at kalla tað sama.
Yrkisetisku leiðreglurnar fyri sjúkrarøktarfrøðingar byggja á, nágreina og ítøkiliggera hvat verður hildið at vera etiskt ráðiligt, við støði í etisku leiðreglunum hjá ICN og grundleggjandi mannarættindunum, sum eru lýst í mannarættindasáttmálanum hjá ST.
Grundarlagið undir allari sjúkrarøkt er virðingin fyri lívinum og tignini hjá hvørjum einstøkum menniskja. Grundleggjandi skyldan hjá sjúkrarøktarfrøðingum er at vísa umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til, hvør orsøkin til líðingina er. Sjúkrarøktarfrøðingurin má ásanna sjúklingsins viðbrekni og ansa eftir hansara/hennara integriteti og tign við støði í, hvussu hvør einstakur upplivir sína støðu.
Yrkisetiska ábyrgdin hjá sjúkrarøktarfrøðingum fatar um menniskju í øllum tíðarskeiðum frá lívsins byrjan til enda. Tað fatar um hvønn einstakan og samfelagið, sjúklingar, avvarðandi, samstarvsfólk og sambandið við egna yrkisgrein.
Hugtakið sjúklingur er brúkt sum felagsheiti fyri øll menniskju, sum fáa ella hava sjúkrarøkt í boðið. Grundleggjandi ábyrgdarøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum er at fyribyrgja og viðgera sjúku, at fremja heilsu, at endurmenna heilsu og at linna líðing. At vera sjúklingur inniber harafturat lógartryggjað rættindi.
Yrkisetiska ábyrgdin hevur mørk saman við fakligu og løgfrøðiligu ábyrgdini. Ein handling kann vera fakliga ráðilig og løgfrøðiliga loyvd, uttan at verða góðtikin etiskt. Yrkisetisku leiðreglurnar skulu hvørki skilgreina, hvat er fakliga ráðilig sjúkrarøkt, ella týða lógaravgerðir, sum regulera yrkisútinnanina. Tær geva heldur ikki ítøkiligar loysnir til etiskar tvístøður, men skulu vísa á leiðina, tá ið tú skalt taka eina avgerð.
Fyri at leiðreglurnar skulu gerast eitt virki amboð, mugu tær gerast livandi við dagligari nýtslu. Leiðreglurnar skulu spegla samfelagsbroytingarnar og nýggju trupulleikastøðurnar, sum sjúkrarøktarfrøðingar møta.
Tú kanst viðvirka til at hækka støðið í yrkisetikkinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum og menna førleikan til etiska refleksjón við m.a. at nýta frymilin: “Etisk reflektión í sjúkrarøkt”. Etiskar reflektiónir eru umráðandi í einum samfelagi, sum støðugt verður meira fjøltáttað, og har etiskt umhugsni ofta verður raðfest ov lágt.
Sjúkrarøktaretisku leiðreglurnar eru ikki raðfestar, men talmerktar av praktiskum ávum.
Yrkisetiskar leiðreglur fyri sjúkrarøktarfrøðingar
Leiðreglurnar skulu virka fyri at:
– fremja etiskt orðaskifti og umhugsni hjá sjúkrarøktarfrøðingum
– stuðla sjúkrarøktarfrøðingum í teimum støðum, tá ið etisk val vera tikin
– fremja góða skynið við tí í hyggju at menna fakliga kvalitetin í sjúkrarøktini
– seta fokus á etiskar tvístøður, so at etisk val verða sjónlig
- Sjúkrarøktarfrøðingurin og sjúklingurin
Sjúkrarøktarfrøðingurin varðar um integritetin hjá hvørjum einstøkum sjúklingi, herundir rættin til heildarumsorgan, rættin til ávirkan og rættin til at verða virdur.
Sjúkrarøktarfrøðingurin:
- vísir umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til orsøk til líðingina.
- linnar líðing og er við til at tryggja ein virðiligan deyða.
- verjir og varðveitir lív til tað frá náttúrunnar síðu má haldast at vera endað. Tiltøk, sum hava í hyggju at skunda undir sjúklingsins deyða, t.v.s. aktiv deyðshjálp, skulu ikki nýtast. Ein sjúkrarøktarfrøðingur skal ikki hjálpa sjúklinginum til sjálvmorð. At stuðla undir at miðleys, lívsleingjandi viðgerð verður endað ella ikki byrjað, verður ikki roknað sum aktiv deyðshjálp.
- virðir sjúklingsins sjálvsavgerðarrætt og virðir hansara rætt til at velja hann frá.
- fremur sjúklingsins møguleika at taka sjálvstøðugar avgerðir við at geva nøktandi, tillagaða kunning og tryggja sær, at kunningin er skild.
- ger sítt til, at sjúklingurin varðveitir sín integritet og verjir sjúklingin ímóti eyðmýkjandi handlingum. Óneyðug nýtsla av tvingsli, afturhaldi og avmarking av rættindum verður ikki útint.
- tryggjar sjúklingsins rætt til verju av upplýsingum givnar í trúnaði.
- heldur sær frá sambondum, sum kunnu elva til misnýtslu av sjúklinginum.
- Sjúkrarøktarfrøðingurin og tey avvarðandi
Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur virðing og umsorgan fyri teimum avvarðandi.
Sjúkrarøktarfrøðingurin:
- tekur hond um og kunnar um rættindini hjá avvarðandi.
- samstarvar við avvarðandi og viðgerð upplýsingar teirra í trúnaði.
- Um ósamsvar er millum áhugamál sjúklingsins og tey avvarðandi, verður sjúklingurin tikin framum.
- Sjúkrarøktarfrøðingurin og yrkisgreinin
Sjúkrarøktarfrøðingurin ásannar og viðurkennir sær fakligu og persónligu ábyrgdina av egnum atferðum og metingum í útinnanini av sjúkrarøkt og setir seg inn í lógarverkið, ið skipar tænastuna.
Sjúkrarøktarfrøðingurin:
- hevur persónliga ábyrgd av, at egin praksis er fakliga, løgfrøðiliga og etiskt dygdargóð.
- ásannar mørk fyri egnari kompetansu og handlar innan hesi mørk.
- er tilvitaður um persónliga styrki og veikleikar og leitar sær vitan, hjálp og stuðul í truplum støðum.
- verjir sjúklingin móti handlingum ella viðgerðarætlanum, sum eru fakliga og etiskt óráðiligar. Hetta er galdandi í mun til egna atferð, eins og í mun til samstarvsfólk, aðrar einstaklingar ella myndugleikar, sum handla í stríð við sjúklingsins besta.
- dagførir seg um gransking og menning og skjalprógvaða siðvenju á sínum arbeiðsøki
- gevur sítt íkast til virðistilvitsku, fakliga menning og gransking og tryggjar, at nýggj vitan verður ment og nýtt í yrkinum.
- kann, vegna sína samvitsku, verða frítikin fyri skyldur á sínum arbeiðsøki, men bert um heimild er fyri tí í lógini, ella arbeiðsgevarin hevur givið skrivligt loyvi.
- tekur ikki lut í marknaðarførslu ella øðrum handilsvirksemi, sum kann ávirka álitið hjá sjúklinginum og samfelagnum á sjúkrarøktina.
- kann einans brúka navn og heiti, sum hann við útbúgving, løggilding og starvi hevur rætt til, og sum gevur eina rætta mynd av førleikum og virkisøki.
- Sjúkrarøktarfrøðingurin og arbeiðsfelagar
Sjúkrarøktarfrøðingurin vísir virðing fyri starvsfeløgum og arbeiðinum hjá øðrum og stuðlar í truplum fakligum og persónligum støðum. Hetta forðar ikki fyri at taka brot á faklig, etisk ella grundsjónarmið hjá samstarvsfeløgum til viðgerðar.
Sjúkrarøktarfrøðingurin:
- loyvir ikki mismuni móti starvsfeløgum.
- tekur stig til og fremur eitt fakligt og tvørfakligt samstarv tvørtur um yrkis- og førleikamørk.
- hevur fakliga og etiska vegleiðaraábyrgd mótvegis heilsustarvsfólki, sum taka lut í røktar- og umsorganarstørvum.
- kennir og viðurkennir sær sín leiklut og sína kompetensu í fakligum og tvørfakligum toymum og gevur sítt fakliga íkast til at loysa felags uppgávur.
- Um áhugamálsstríð koma fyri innanhýsis í fakbólkinum ella millum ymiskar fakbólkar í sambandi við at loysa eina uppgávu, verður fyrst hugsað um heilsuna og lívið hjá sjúklinginum.
- Sjúkrarøktarfrøðingurin og arbeiðsplássið
Sjúkrarøktarfrøðingurin ger seg kunnugan við virðini, hugsjónirnar, málini og virkið á arbeiðsplássinum og skal vera trúgvur mótvegis hesum, í tann mun hesi samsvara við sjúkrarøktargrundarlagið.
Sjúkrarøktarfrøðingurin:
- ger seg kunnugan við egnar skyldur og rættindi, tá ið hann byrjar á einum arbeiðsplássi, og dagførir sína vitan um broytingar innan mál og lógir.
- viðvirkar til at fremja klár og fakliga fullgóð mál fyri arbeiðsplássið.
- mótmælir, tá ið sjúklingar fáa skilaleysa ella óvirðiliga viðferð. Trúfesti mótvegis arbeiðsgevara forðar ikki hesum.
- er við í kjaki og tiltøkum, sum kunnu betra umstøður á arbeiðsplássinum.
- Sjúkrarøktarfrøðingurin og samfelagið
Sjúkrarøktarfrøðingurin gevur síni yrkis- og etisku ábyrgd gætur mótvegis sjúklingum, arbeiðsstaði og samfelagi bæði í tjóðar- og heimshøpi.
Sjúkrarøktarfrøðingurin:
- arbeiðir fyri einum rættvísum tilfeingisbýti og –umsiting innan heilsutænastuna bæði í tjóðar- og heimshøpi.
- arbeiðir fyri einum tilfeingisgrundarlagi, sum gevur møguleika fyri at varðveita eina etiskt fullgóða sjúkrarøkt, sum er lagað til støðuna hjá einstaka sjúklinginum.
- er við til at bera so í bandi, at fakligar og etiskar reglur verða grundarlagið undir sosial- og heilsupolitiskum avgerðum.
- dagførir sína vitan innan sosial- og heilsupolitisku menningina og viðvirkar til raðfestingar, sum røkja áhugamálini hjá teimum, sum hava størstan tørv á sjúkrarøkt.
- verjir umdømi hjá fakinum og skal, um hon stígur fram alment, gera greitt, um tosað verður vegna seg sjálvan, yrkisbólkin ella onnur.