Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Teldupostadressa: FPS@olivant.fo
Nevnd:
- Birgit Andersen, forkvinna
- Eydna Iversen Lindenskov, næstforkvinna,
- Randi Borðoy, kassameistari
- Nancy Rasmussen, skrivari
- Kerstin Laksafoss, nevndarlimur
Teldupostadressa: FPS@olivant.fo
Nevnd:
PSSN
FPS er limur í PSSN (Psykiatrisk Sygeplejerske Samarbejde i Norden), ið er norðulendski felagsskapurin fyri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar. PSSN stendur millum annað fyri at styrkja psykiatriska sjúkrarøkt í norðanlondum. Limalondini eru: Danmark, Ísland, Svøríki, Noreg og Føroyar. Limalondini skiftast um at skipa fyri PSSN ráðstevnu triðja hvørt ár.
facebook.com/PSSNNordic
Horatio
FPS er eisini limur í Horatio (European Psychiatric Nurses). Horatio er europeiskur felagsskapur fyri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar. Í løtuni eru 25 lond umboðað í Horatio. Tað eru tvey endamál við felagsskapinum: At verða forsprákari fyri limirnar, við at geva sítt íkast til avgerðarprosessir í mun til áhugamál, ið eru relevant fyri psykiatriska sjúkrarøkt í europa og at birta undir og eggja til víðari menning av psykiatriskari sjúkrarøktarpraksis, útbúgving, leiðslu og gransking.
Árliga verður skipað fyri ávíkavist ráðstevnu ella fakfestivali.
http://horatio-eu.com