FÁG4

Gerontologi- og Geriatri sjúkrarøktarfrøðingar

 

Nevndarlimir í FÁG4:

  • Jónvør Christiansen, forkvinna
  • Sólgerð Hvidbro, skrivari
  • Annfríð Neslíð, kassameistari
  • Hanna Joensen, nevndarlimur
  • Unn Justinussen, nevndarlimur

Viðtøkur

Viðtøkur fyri fakligan áhugabólk av sjúkrarøktarfrøðingum, sum starvast við geriatriskari og gerontologiskari sjúkrarøkt og/ella hava áhuga fyri hesi sergrein

§ 1.

Navn

Navn áhugabólksins er: Fakligur áhugabólkur fyri Geriatriskar og Gerontologiskar sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava áhuga fyri hesi sergrein. Stytt: FÁG4

§ 2.
Endamál

Endamál áhugabólksins er:
at menna heilsu- og sjúkrarøkt innan hesa sergrein við støði í nýggjastu granskingarúrslitum
at stuðla hvørjum øðrum og menna fakliga førleikan
at fremja samstarvið  millum fakligar áhugabólkar
at fremja samanhald millum limirnar í áhugabólkinum

 

§ 3.
Limir, inn- og útliman

Limir kunnu gerast sjúkrarøktarfrøðingar, ið eru autoriseraðir og eru limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFS), kunnu gerast limir í FÁG4.

Sjúkrarøktarfrøðingar kunnu gerast limir við at venda sær til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum síðan boðar FÁG4 frá.

Útliman verður gjørd við at venda sær til skrivaran í FÁG4.

§ 4.
Limagjald

Aðalfundurin hjá FÁG4 ásetur limagjaldið.

§ 5.
Atkvøðurættur

Atkvøðurætt hava allir limir, ið hava goldið limagjald til Felagið Føroyskir Sjúkrarøkarafrøðingar og FÁG4.

§ 6.
Nevndin

Nevndin í áhugabólkinum leiðir bólksins arbeiði.
Nevndin verður vald á aðalfundi.
Nevndin hevur í mesta lagi 5 limir
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, kassameistara og skrivara á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.
Valskeiðið er 2 ár.

§ 7.
Val

Nevndarval  fer fram á aðalfundinum hvørt ár.

3 limir standa fyri vali líka ár og 2 ólíka ár.

§ 8.
Nevndarfundur

Nevndin hevur minst 2 fundir um árið, ella so ofta sum formaðurin ella minst 2 nevndarlimir halda tað vera neyðugt.

Gerðabók skal førast og undirskrivast av øllum nevndarlimum á fundi.

Nevndin er viðtøkufør, tá minst 3 limir eru á fundi.

§ 9.
Aðalfundur

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá áhugabólkinum. Fundurin verður hildin um várið við minst 4 vikur varskó.

Bert limir í FÁG4 kunnu luttaka.
Á aðalfundinum hevur hvør limur eina atkvøðu.

Á dagsskránni skulu vera hesi mál:
1) Val av fundarstjóra
2) Val av atkvøðuteljara
3) Góðkenning av dagsskránni
4) Frágreiðing formansins
5) Framløga av fíggjarætlan, roknskapi og áseting av limagjaldi

6) Val av nevndarlimum
7) Innkomin uppskot
8) Val av grannskoðara
9) Ymiskt

Broyting av viðtøkum fer fram á aðalfundi við vanligum meiriluta.
Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fundin. Uppskotini skulu vera skrivlig.

Øll mál verða samtykt við vanligum meiriluta av teim uppmøttu á aðalfundinum.

Viðtøkurnar koma í gildi, tá tær hava verið viðgjørdar og góðkendar í nevndini í FFS.

§ 10.
Eykaaðalfundur

Boðað skal verða til eykaaðalfund, tá nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 25 % av limunum í FÁG4 skrivliga krevja tað.

Boðast skal frá við 7 daga freist.

§ 11.
Roknskapur og ársfrágreiðing

Roknskaparár áhugabólksins er álmanakkaárið.

Nevndin skal syrgja fyri, at nágreiniligur roknskapur verður førdur yvir allar inntøkur og útreiðslur. Nevndin skal syrgja fyri, at roknskapurin verður latin grannskoðara í góðari tíð áðrenn aðalfundin hjá FFS.

Somuleiðis skal ársfrágreiðing sendast til felagið áðrenn aðalfundin hjá FFS.

§ 12.
Fíggjarlig ábyrgd

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er fíggjarliga óheft av hesum áhugabólki soleiðis, at einans áhugabólkurin sjálvur við nevnd sínari sambært viðtøkum bólksins ábyrgist fyri útreiðslum og møguligari skuld hjá bólkinum.

§ 13.
Avtøka

Áhugabólkurin kann ikki takast av uttan so, at 2/3 av limunum, ið møttir eru á aðalfundi atkvøða fyri avtøku.

Aðalfundurin og nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ger í sambandi við avtøku av, hvat skal gerast við ognir áhugabólksins.

 

Soleiðis samtykt á aðalfundi hin 27. jaunar 2000

Broytingar viðtiknar á aðalfundi 15. november 2007

Broytingar viðtiknar á aðalfundi 5. apríl 2016

Broytingar viðtiknar á aðalfundi 8. apríl 2019

Búmerkið hjá FÁG4

„Grá hár eru vøkur krúna…“ (Orðt.16:31).

Myndin er av eini krúnu, men samstundis er hon samansett av fólkum, sum standa saman.

Tey taka lógvatak, og samstundis kann tað vera tvey, ið stuðla og taka sær av einum øðrum.

Myndin av eini krúnu kann eisini vera eitt tekin um styrki, tign og myndugleika, og at tað verður tikið undir arm sum tekin um stuttleika og gleði – ein dansiringur, samanhald, umsorgan og at hjálpast at.