Tryggið haldførið

Komið nú loysið støðuna, gerið hana ikki verri

Tað tykist hugstoytt at síggja viðgerðina av lógaruppskotinum um at taka burtur okkara samráðingaramboð, og noyða okkum út í eitt nógv longri verkfall.  Vit hava í fimm vikur givið undantøk, meðan Fíggjarmálaráðið hevur trillað tummilfingrar.  Tað hevur leingi staðið okkum greitt, at Fíggjarmálaráðið ikki hevur havt nakran áhuga í at finna semju. Men hevur bíðað…

Fráboðan til Fíggjarmálaráðið

Nú Løgtingið leggur upp í ósemjuna millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið og harvið brýtur avtaluna frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, ið starvast eftir sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið á…

Soljóðandi skriv er sent til løgmann, Aksel V. Johannesen

Góðan dagin   Aksel V. Johannesen, Løgmaður Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur 10. apríl 2014 gjørt eina avtalu við Fíggjarmálaráðið um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi út frá Løgtingslóg um semingsstovn § 7. stk. 1. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hildið seg til hesa avtaluna og stendur við avtaluna. Tó skal sigast, at um tú, sum løgmaður,…