Áheitan til politisku skipanina: Styttið arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
Best er fyri øll, um arbeiðsvikan verður 37 tímar, og Fakfelagssamstarvið mælir til, at arbeiðsvikan verður stytt sum skjótast. Fyrimunurin verður, at arbeiðstakarin fær betri umstøður at røkja sítt starv, trivnaðurin økist, vandin fyri strongd minkar, sjúkradagarnir fækka, og arbeiðslag og familjulív verða betri. Hetta fer eisini alt at koma arbeiðsgevarunum til góðar. …