Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.

Á heiminum á Sýnini hava vit 37 bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir.   

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Miðstova og Innistova eru ætlaðar til minnisveik. Deildirnar báðar hoyra saman, men tey búfólk, ið eru meira merkt av demens eru í Innistovu. Á Uppistovu eru búpláss og umlættingar- rehabiliteringspláss.  

Søkt verður eftir:

–          Sjúkrarøktarfrøðingi til barnsburðarfarloyvi á Miðstovu, starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum til tíðarskeiðið 1. juni 2021 – 28. februar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv:

–          Útbúgving, prógv og autorisatión, sum sjúkrarøktarfrøðingur

–          Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan demensøkið

Vit vænta at tú:

–         Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum

–         Ert miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur

–         Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi

–         Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar

–         Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar                  bæði við samstarvi og undirvísing

–         Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum

–         Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

Vit bjóða tær:

–         Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

–         Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

–         Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

–         Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita

–         Góða innleiðslu

Meiri kunning:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Joan K. Olsen deildarleiðara á tlf. 793213.

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett frá 1. mai 2021 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo Viðmerkt “Sjúkrarøktarfrøðingur til Miðstovu”.

Umsóknarfreistin er 10. mai 2021 kl.12.00