Stutt um etikk

Hvussu fata vit moral og etikk

Bæði moralur og etikkur snúgva seg um virðir og normar. Virðini eru tað tú virðismetir, tað ið veruliga hevur týdning fyri teg.

Normar eru krøv og ávísingar, so sum lógir, ásetingar, forskriftir, leiðreglur og líknandi.

Um vit siga, at:

Moralur er praksis. Moralur kemur til sjóndar í tí vit gera; í arbeiði og handlingum speglast virðir og normar okkara. Moralur er grundfestur í tí vit halda er gott ella ilt, rætt ella skeivt, rættvíst ella órættvíst. Mín egni moralur vísir seg t.d., tá eg velji ikki at noyða sjúklingin at taka lívsneyðugan heilivág, tí sjúklingurin ikki vil hava hann. Moralurin vísir seg eisini, tá eg veri sitandi hjá doyggjandi sjúklinginum, hóast eg veit, at aðrir sjúklingar og uppgávur bíða mær.

Etikkur er refleksjón. Etikkurin vísir seg í refleksjónini, har vit vit samskifta um, hví ein ávís gerð er røtt; tey virðini sum eru grundarlag undir próvgrundunum fyri átøkum okkara. T.d. “Hví er hetta rætt? Hvussu kann eg grundgeva fyri hesum?”

Um vit halda fram við dømunum frá fyrra broti. – Hvat eru so etisku prógvgrundir mínar, fyri ikki at noyða sjúklingin at taka lívsneyðuga heilivágin, sum hann ikki vildi taka? Og hvørjar eru etisku próvgrundirnar fyri, at tað var rætt at sita hjá doyggjandi sjúklinginum, hóast aðrir sjúklingar, eg eisini hevði ábyrgd av, komu at svíða fyri tað, umframt at eg hevði aðrar uppgávur?

Vit kunnu hugsa um moral sum praksis og etikk sum teori. Vit kunnu eisini siga, at etikkur er teoretiska grundarlagi undir morali.

Hugtakið etikkur verður brúkt um teoriir  sum greiða frá, hvat er rætt og skeivt, gott ella ilt, meðan hugtakið moralur verður nýtt til  at greiða frá, hvussu vit nýta etikk í praksis.

Moralur snýr seg um praktiska lívið og  hvussu vit liva í samleika við medmenniskju okkara, og hvørji virðir vit vilja liva eftir. Stutt sagt, vísir moralurin menniskjafatan okkara

 

Hvat er ein etiskur trupulleiki 

Etiskir trupulleikar hava nøkur sereyðkenni:

  • Avgerðin sum skal takast er týdningarmikil fyri tey, sum eru partar av støðuni
  • Tað er ein (týðandi) óvissa ella ivi um, hvør rætta avgerðin er
  • Tað eru ymisk og kanska beinleiðis mótstríðandi áhugamál í spæl
  • Tað er ein tvístøða; ongin valmøguleiki skarar framúr sum er eyðsýnt betri enn ein annar og ofta er tað eitt val millum pest og kolera

Ein etiskur trupulleiki verður ofta orðaður sum ein normativur spurningur: “Skal eg…?” “Kann eg…?” “Eigi eg at….?”

Í høvuðsheitum eru tríggir grundgevingarhættir vit kunnu brúka, tá  vit viðgera ein etiskan trupulleika:

  • NORM-grundgeving: Tað hevur avgerandi týdning, at gerðin  samsvarar við galdandi normar
  • SINNALAGS- grundgeving: Tað sum hevur avgerðandi týdning, er hugburðurin og medferðin hjá tí sum skal gera okkurt.
  • AVLEIÐINGAR- grundgeving: Tað sum hevur avgerandi týdning , er úrslitið av gerðini.

 

Etiska grundarlagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum

Etisku leiðreglurnar fyri sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum, sum stórt sæð samsvara við altjóða leiðreglurnar, eru ein ógvuliga týðandi normur.

Leiðreglurnar byggja millum annað á umsorganaretikk. Ístaðin fyri at leggja dent á reglur og prinsippir, so leggur umsorganaretikkurin dent á samkenslu og umhugsni; tað er umsorganin og ábyrgdin fyri sjúklinginum, sum er í miðdeplinum. Umsorganaretikkurin leggur dent á samspælið millum menniskju og ábyrgdina mann hevur fyri hvørjum øðrum.

Tey fýra bioetisku prinsippini hava tó eisini hava fingið týdning innan sjúkrarøkt. Ofta kemur ein langt, við at varpa ljós á eina etiskt lødda støðu, við at hyggja eftir um ella hvussu hvørt prinsippið er partur í støðuni. Mann skal virka útfrá  rættari tilskilan og javnvigan av teim fýra prinsippunum; virðing fyri sjálvsavgerðarrættinum,vælgerð, ikki skaða, og rættvísi.

Eisini fleiri lógir veita týðandi normar fyri sjúkrarøkt í etiskum kjaki, m.a. autorisatións-lógin,  lógir sum regulera virksemi hjá heilsustarvsfólki, lógir sum skulu verja sjúklingarættindi o.s.fr.

 

Umsett úr norskum: https://www.nsf.no/etikk-0/etiske-dilemmaer