Frítíðarhúsið “Roykstovan” liggur í hugnaligum umhvørvi í Klaksvík og hevur egna bátabrúgv. Allir vanligir hentleikar eru í húsinum, tó er neyðugt at hava seingjaklæði, handkløð o.a.t. við.
Kostnaður fyri limir er 400,- fyri náttina. Um fleiri enn 8 fólk eru samstundis, betalir hvør persónur yvir 8 persónar kr. 50,- eyka pr. nátt.
Kostnaður fyri ikki limir er 1.500,- fyri náttina. Um fleiri enn 8 fólk eru samstundis, betalir hvør persónur yvir 8 persónar kr. 150,- eyka pr. nátt.
Trupult er at fáa reingerðarfólk til roykstovuna, og tí hevur nevndin samtykt, at upphæddin á 500,- kr fyri vask verður strikað, og ístaðin fyri gera limirnir sjálvir reint tá farið verður úr húsinum.