Kristina Poulsen er ársins álitisfólk 2017

Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur tikið avgerð, eftir innstilling frá limunum, hvør skal verða ársins álitisfólk.  Ársins álitisfólk 2017 er: Kristinu Poulsen  Um Kristinu verður sagt í innstillingini, at hon er sera stinn í sáttmálanum og leiðbeinir og ráðgevur starvsfeløgunum soleiðis, at alt fer fram í samsvari við hann. Hon tryggjar rættindi og vísur…

Beinta Joensen er ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2017

Stýrisbólkurin, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar setti at viðgera innkomin uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing, hevur viðgjørt tey innkomnu uppskotini. Allar tær innstillaðu eiga rós uppiborið fyri framúr góða sjúkrarøkt. Stýrisbólkurin hevur valt eina burturúr. Tann sum innstillaði grundgav væl fyri fleiri av treytunum fyri innstillingini: Ársins sjúkrarøktarfrøðingur er serfrøðingur innan sítt øki. Sína hollu vitan brúkar…